Todi helt bólturin var á veg í netið

Fótbóltur: Og Jákup Mikkelsen segði seg í gjár framvegis síggja frísparksmálið hjá estlendingunum fyri sær

Tað er einki at siga til, at føroysku landsliðsspælararnir vóru vónbrotnir, tá teir leygarkvøldið komu úr HB húsinum og vóru á veg niðan á Hotel Føroyar, har teir hvíldu og svóvu. Sunnumorgunin vóru teir í svimjihøllini í Gundadali, og eftir døgurða høvdu teir frí inntil í gjárkvøldið, tá teir hittust aftur og fóru undir upphitingina til stríðið móti Litava, sum verður í annaðkvøld.

Jákup Mikkelsen hevur sjáldan havt so lítið at síggja til, sum hann hevði hesa ferð. Herfølge málverjin er altíð eirindarleysur, tá hann metir um sítt egna avrik, og soleiðis var hann eisini hesa ferð:

? Eg haldi, at eg átti at havt tikið hatta frísparkið. Eg sá bóltin alla tíðina. Hann sendi hann innanfyri manngarðin, og so skrúvaði hann út aftur móti horninum. Nú aftaná hugsi eg við mær sjálvum, at eg má hava undirmett snúðurin í bóltinum, tí hann fór meiri frá mær, enn eg hevði roknað við. Jú, frísparkið varð skotið úr so mikið stórari fjarstøðu, at eg haldi, at eg skuldi havt bjargað tí, er dómurin hjá Jákupi Mikkelsen yvir seg sjálvan.


Sá bóltin í málinum

Todi Jónsson arbeiddi nógv, men hann kom sjáldan leysur, og hann hevði ongan upplagdan málmøguleika. Besta royndin hjá honum var í 1. hálvleiki, tá hann úr seytjan metrum í vinstru smekkaði móti handara síðunetinum:

? Eg rakti bóltin púra reint, og satt at siga, so trúði eg, at hann var á veg í málið, men tíverri fyri okkum, so vísti Mart Poom í tí førinum, at hann er ein góður málverji.

Í 2. hálvleiki kom Todi eina ferð ígjøgnum í vinstru, men bólturin endaði heilt úti í hinum borðinum. Tað hevur hann hesa frágreiðingina til:

? Eg ætlaði at skjóta sjálvur, men so sá eg, at Uni Arge var við í hinari síðuni av málinum, so eg broytti ætlan, men tíverri hoppaði bólturin skeivt akkurát tá eg skuldi senda tvørturum, og so gjørdist tað hvørki fuglur ella fiskur.

Todi Jónsson dylir ikki, at hann var vónbrotin av, at tað ikki eydnaðist at vinna, tí hann heldur, at møguleikar vóru í føroyska liðnum at vinna á estlendska liðnum:

? Sjálvt um vit vóru yvirmannaðir á miðvøllinum, so fingu vit ikki fulla nyttu burturúr tí. Ofta kiksaðu fyrstu ferð sendingarnar hjá miðvallarunum, og tað haldi eg komst av, at vøllurin var so óslættur, at tað órógvaði, sigur Todi Jónsson, sum rósar áskoðarunum fyri stuðulin, sum teir veittu:

? Men eg má siga, at eg hevði roknað við, at tað fóru at vera fleiri áskoðarar enn tað vóru, og tá so nógv áskoðarapláss vóru tóm, so kendist tað eitt sindur tómligt hjá okkum inni á vøllinum, men hetta fer vónandi at blíva betur.