Todi heldur jól í Salsburg

Føroyski FCK spælarin skal enn eina ferð til Eysturríkis at fáa viðgerð fyri skaðan í lærkrikanum

ÚTISETI

Tað kostar at vera yrkisspælari, og tað kostar at vera skaddur yrksisspælari. Todi Jónsson er ein teirra, sum kann skriva undir upp á hetta. Fíggjarliga hevur tað kostað honum nógv, at hann hevur sitið so nógv skaddur uttanfyri vøllin. Hjá yrkisspælarum ? og harvið ivaleyst eisini hjá Toda Jónsson ? er tað sum hjá so mongum øðrum, at talan er partvís um avriksløn. Tað vil siga, at umframt grundlønina, so verður løn rindað fyri tær ferðirnar, tá ið hann er á vøllinum. Síðani síðst í september hevur Todi ikki verið á FCK liðnum, tí hann hevur verið skaddur.
At tað eisini kostar á annan hátt at vera yrkisspælari og serliga at vera skaddur yrkisspælari, er støðan hjá Toda Jónsson júst í løtuni gott dømi um. Á heimasíðu síni, todi.fo, skrivar Todi Jónsson, at hann nú mánadagin 22. desember skal til Eysturríki at fáa viðgerð fyri skaðan í lærkrikanum, sum hevur hildið honum uttanfyri FCK liði í fleiri mánaðir.
Todi var í Salsburg fyri tveimum árum síðani. Viðgerðin, sum hann fekk ta ferðina, loysti seg ógvuliga væl, og nú skal viðgerðin endurtakast frá 22. desember og til umleið 9. januar.
Í FCK halda teir frí frá venjing nú í desember. Todi er noyddur at venja. Tað má roknast sum stórur kostnaður at nýta frítíðina til arbeiði. Serliga tá ið tú ert skaddur.
Eftir ársskiftið fara teir í FCK undir aftur venjingarnar. Tá skulu teir eitt nú á fjúrtan daga langa venjingarlegu í Suðurafrika. Í fjør varð Todi Jónsson vrakaður til venjingarleguna í Suðurafrika. Venjarin segði, at hann var ikki í nóg góðari venjingarstøðu. Øll onnur søgdu, at hetta var kostnaðurin hjá Toda fyri, at hann ikki hevði viljað skrivað undir nýggjan sáttmála við FCK.
Eingin ivi man vera um, at Todi Jónsson skal við FCK til Suðurafrika í nýggja árinum. Men tað verður bara, um hann verður førur fyri at venja. Tað sigur hann seg vóna, at hann verður, eftir at hann er komin aftur frá jólaferðini í Eysturríki. At halda jól undir viðgerð í Eysturríki, tá ið ætlanin var at halda jól í Føroyum, má metast at vera stórur kostnaður fyri arbeiðið sum yrkisspælari og serliga skaddur yrkisspælari.