Todi heiðraður í Klaksvík

Týskvøldið vitjaði Todi Jónsson í Klaksvík, har hann varð heiðraður av børnum og vaksnum

 

Klaksvík: Fremsti føroyski fótbóltsspælari, Todi Jónsson, var týskvøldið á vitjan í heimbýnum.

Tað var Statoilstøðin í Klaksvík, sum hevði fingið Toda til Klaksvíkar, har fólk fingu høvi at ynskja honum tillukku við danska meistaraskapinum, sum hann vann herfyri.

Nógv fólk nýtti høvi at heila uppá fótbóltsspælaran, sum spældi nógv av barnaárunum og nøkur av vaksmannaárunum við KÍ. Í 1993 flutti hann til Havnar at spæla við B36 í hálvt ár, og síðani fór hann til Danmarkar, hann síðani hevur spælt fyri Lyngby og FC Keypmannahavn.

Hetta er fyrsta meistaraskapið, sum Todi vinnur, síðani hann fór til Danmarkar at spæla. Áðrenn hann fór til Danmarkar vann hann FM-heitið í KÍ.