Todi græt av gleði

Kenslurnar fingu frítt at fara, tá Todi Jónsson hósmorgunin boðaði frá, at hann aftur er tøkur hjá føroyska fótbóltslandsliðnum

AFTURÍAFTUR KOMA

Eisini í einum hjá einum topp-professionellum fótbóltsleikara, sum er kendur fyri stóra kropsliga og sálarliga styrki, býr eitt viðkvæmt menniskja.
Hóast hann fleiri ferðir hevur sagt, at hann ikki kendi seg trýstan, so fall facadan hjá Tóda Jónsson, tá hann á tíðindafundi segði frá, at hann nú aftur er til reiðar at tørna út fyri Føroyar.

Hevur tikið fast
Tárini fingu frítt at fara, tá ein rørdur Todi Jónsson boðaði frá, at hann nú aftur er tøkur til landsliðsfótbólt.
- Tað eru 13 ár síðani eg leikti fyrsta landsdystin, og tað hevur altíð verið ein heiður hjá mær at umboða Føroyar. Tey 11 árini, sum eg havi verið í Danmark, havi eg eisini verið fegin um tann áhuga, sum føroyskir áskoðarar og fjølmiðlar hava sýnt mær. Eg gav fyri trimum árum síðani avboð til landsliðið, tí eg kendi meg ikki vera nóg væl fyri, men tann støðan er øðrvísi nú, og eg havi boðað FSF og Henrik Larsen frá, at eg eri til reiðar at spæla fyri Føroyar, um eg verið úttikin.
Eftir at staðfestingin var veruleiki, stóðu fjølmiðlafólkini klár við spurningum, men hetta mátti bíða eina løtu. Eins og Allan Simonsen gjørdi tað - ta ferðina segði hann farvæl ? so rullaðu tárini eftir kjálkunum hjá fremsta fótbóltsleikara okkara, og tá mundi tað standa øllum greitt, at tað ongantíð hevur verið nøkur løtt avgerð hjá Toda, ikki at vera tøkur til landsliðsfótbólt.
Og hóast hann hevur tikið tað sum ein part av spælinum, so staðfesti hann eisini, at tað hevur tikið fast, tá orð sum landasvíkjari við meira hava verið at sæð í føroysku miðlunum.
- Tað hevur nokk rørt meg eina ella aðrastaðni. Annars hevði eg ikki sitið soleiðis í dag, helt hann.
- Men eg hevði einki val. Eg var greiður um, at helt eg á fram at spæla við landsliðnum, so var ikki heilur nakrastaðni. Hvørki fyri Føroyar ella fyri FCK. Tað vildi ikki nyttað mær nakað, um eg bara kundi givið meg 80% framman fyri t.d. 40.000 áskoðarum í Parkini.
Drúgv viðgerð og nógv servenjing hevur verið uppskriftin, sum hevur havt við sær, at Todi nú heldur seg kunna staðfesta, at mongu vøddaskaðarnir eru søga. Eisini hóast hann júst hevur verið skaddur í hálvt ár.
- Tá var talan um heilt annað slag av skaða, enn teir skaðarnir vóru, sum gjørdu, at eg ikki metti meg vera føran fyri at spæla á landsliðnum. Skaðin, sum eg fekk í fjør, hevði einki við fipurskaðar at gera, sigur Todi Jónsson.

Ongar sertreytir
Tað varð í síni tíð gitt, at tað var eftir hørðum trýsti úr FCK ? og serliga frá ítróttarstjóranum, Niels Christian Holmstrøm ? at Todi í síni tíð gav avboð.
At talan var um trýst, avvísir Todi ikki, men hann leggur dent á, at hetta var hansara egna avgerð. Og hann segði somuleiðis, at tað er hansara egna avgerð, nú hann hevur tikið endaligu støðu. Ein støða, sum heldur ikki leiðslan í FCK visti av undan tíðindafundinum.
- Tað var mín avgerð, tá eg steðgaði á landsliðnum, og hetta er so eisini mín avgerð. Tað kann sjálvandi vera, at tey í FCK ikki eru so fegin um hetta, men sum leikari er tað mín rættur at spæla landsdystir.
Og hann legði eisini dent á, at hetta fyrst og fremst var ein spurningur, um at hann vildi spæla fyri Føroyar aftur. Eisini hóast spurningarnar um, hvørt hetta var ein háttur at gera onnur feløg varug við síni evni, nú hann tykist hava trupult við at endurvinna fasta plássið í FCK-álopinum.
- Skifti eg felag, so verður tað allarhelst onkra staðni í norðanlondum, at eg haldi fram, og tey feløgini kenna meg helst frammanundan. Eg meti eisini sjálvur, at skal eg selja meg sjálvan, so geri eg tað betri í FCK enn á landsliðnum, so tey bæði tingini hava einki við hvørt annað at gera.
Og so legði hann at enda eisini dent á, at nú hann kemur aftur á landsliðið, verður tað á jøvnum føti við allar aðrar.
- Eg havi tosað við Henrik Larsen um tað, og hann segði alt fyri eitt, at eg so standi á sama stigi sum ein hvør annar leikari.
- Og sjálvur eri eg heldur ikki áhugaður í, at talan skal verða um sertreytir. Tað havi eg roynt fyri einum sjey-átta árum síðani, tá eg vildi hava meira pengar enn hinir fyri at spæla. Tað var nokk ikki nakað gott hugskot, so tað ynski eg ikki at gera aftur. Eg eri komin aftur á landsliðið fyri at gera mítt besta, og vónandi kann tað vera gagns fyri landsliðið, segði afturkomni Todi Jónsson at enda.