Sáttmálin fær gildið í dag, og Todi Jónsson, nevndarformaður og virkandi stjóri í Fremad Amager, dylur ikki fyri, at hann er fegin um spælaran. - Sjálvandi fær eingin spælari garanterað eitt pláss á liðnum. Men Rókur hevur absolutt potentiali til at verða fastur partur av liðnum hjá okkum, sigur føroyski stjórin. Rókur, sum er 22 ára gamal, hevur øll ungdómsárini spælt í HB, og hevur hann eisini verið fastur partur av Formula-hópinum seinnu árini.