Todi gjørdi hattrick

Fótbóltur: FCK vann venjingardyst móti svensku Trelleborg

Todi Jónsson vant burtur úr svenska mótstøðuliðnum og sínum kappingarneytum til álopsplássið, tá FCK spældi venjingardyst móti Trelleborg í vikuskiftinum.

Svenska liðið mátti lúta 4-2, og í fyrra hálvleiki gjørdi Todi Jónsson trý av teimum fýra málunum, sum FCK fekk.

FCK stillaði við sera álopskendari uppstilling, har pláss varð gjørt fyri Toda, Thomas Thorninger og David Nielsen. Í seinna hálvleiki kom ein annar álopsmaður, Kenneth Jensen, innfyri Toda

Í næstu viku sleppa Todi og teir at royna seg móti Ajax Amsterdam í Parkini í Keypmannahavn.