Todi gjørdi dagsins mál

Føroyski FCK maðurin mundi eiga eitt tað vakrasta málið av øllum í UEFA Cup kappingini mikukvøldið, tá ið Todi gjørdist besti málskjúttin hjá FCK nakrantíð

ÚTISETI Í UEFA CUP

Tað var ikki eiti á máli, sum Todi Jónsson mikukvøldið var meistari fyri, tá ið FCK í Budapest megnaði 1?1 ímóti Ferencváros á Üllöi leikvøllinum, har tað vóru 6.715 áskoðarar. Todi setti longu í 2. minutti sjøtul á málskjótingina.
FCK átti innkast í høgru og eitt sindur frammanfyri miðstrikuna. Bólturin varð tveittur til Toda Jónsson, sum bíðaði inntil bólturin hevði stiklað tvær ferðir. So smekkaði hann til úr í minsta lagi 25 metrum, og bólturin dúkkaði dygst undir samankomingini.
? Tað er ikki komið fyri áður, at eg í so týdningarmiklum dysti hava rakt bóltin so væl úr so stórari fjarstøðu. Tað var ein framúr kensla, at vit so tíðliga løgdu okkum á odda, og sjálvandi gjørdi tað einki, at júst hetta metmálið hjá mær fyri FCK var av sovorðnum slagi, segði Todi Jónsson úr Budapest á heimasíðu sínari, áðrenn FCK ferðalagið á middegi í gjár lætti úr Budapest og setti kós til Keypmannahavnar.
Sjey minuttir undan steðginum javnaði Ferencváros til 1?1, sum varð endaliga úrslitið.
? Síðsta partin av fyrra umfarinum vóru vit eitt sindur kroystir. Men eftir steðgin høvdu vit alt meiri tak á teimum. Tað tóktist sum um teir ikki vóru eins væl fyri, sum vit vóru tað. Vit høvdu fleiri møguleikar, og vit áttu at havt skorað í minsta lagi eitt mál afturat. Men 1?1 er gott útggangsstøði undan heimadystinum, sum verður í Parkini mikukvøldið 15. oktober. Talan er ikki um vánaligt mótstøðulið. Tað sóu vit mikukvøldið. Men um vit hava rætta hugburðin og arbeiða fyri søkini, so eiga vit at vinna samanlagt á teimum og harvið at kvalifisera okkum til næsta umfarið, sigur Todi Jónsson, sum sigur seg framvegis væl minnast til, at tað ikki gekk so væl á heimavølli ímóti Glasgow Rangers, sjálvt um tað hevði eydnast at røkka 1?1 á útivølli.

Spældi stóran tíma
Todi Jónsson var saman við Álvaro Santos í FCK álopinum í 67 minuttir. So varð føroyingurin útskiftur við Peter Møller.
? Útskiftingin var í lagi. Eg kendi meg rættuliga móðan. Men eg skal ikki dylja yvir, at tá ið tað síðstu løtuna gekk nógv fyri seg í brotsteiginum hjá teimum, tá kriblaði tað í mær, tí talan var um tilvildarligar málmøguleikar úr stuttari fjarstøðu, sigur Todi Jónsson.
Umframt framúr málið vísti Todi Jónsson í fleiri øðrum førum, at hann var verdur skoðsmálið, sum danskir fjølmiðlar bóru honum um, at hann var best upplagdi framrættaði FCK maðurin mikukvøldið. Hann hevði onkra góða roynd ímóti málinum, og ta einu ferðina sneiddi hann framvið fleiri og til baklinjuna í vinstru, hagani hann lyfti innfyri málið til miðvallaran Hjalte Bo Nørregaard, sum úr góðari støðu stútaði framvið málinum. Samanspælið millum Toda Jónsson og Álvaro Santos tóktist ikki røkka støðinum, sum samanspælið ímillum Toda og Zuma, sum var skaddur mikukvøldið, hevur verið á síðani í summar. Álvaro Santos tykist ikki vera í røttu dystarvenjingini. Sjey minuttir undan leikloki loysti Jörgen Pettersson hann av.
Peter Nielsen og Erik Mykland vóru sera væl upplagdir á sentralu miðvallarplássunum. Peter Nielsen fekk gult kort og verður tískil leikbannaður í heimadystinum 15. oktober.