Í fyrradagin var Todi Jónsson á sjúkrahúsi fyri at verða kannaður og skannaður. Spurningurin, sum svar skuldi fáast uppá, var, hvussu álvarsligur skaðin var, ið hevði við sær, at hann longu eftir ein lítlan hálvan tíma mikukvøldið noyddist at taka seg úr dystinum móti Herfølge.
Og dómurin hjá læknanum var linari, enn Todi og tey í FCK vóru bangin fyri, at hann fór at vera. Føroyski landsliðsmaðurin verður klárur at spæla aftur um fjúrtan dagar, segði læknin, og so fæst at síggja, hvussu hetta fer at tørna út. Tað er ikki altíð, at vøddaskaðar taka seg akkurát soleiðis upp, sum tað verður roknað við, men heldur metingin hjá læknanum, so verður Todi Jónsson orduliga komin fyri seg aftur, tá landsliðið grundlógardag, 5. juni, skal spæla á Svangaskarði móti Skotlandi.
? Eg kapprann við ein av mótstøðumonnunum eftir bóltinum, tá eg kendi, at tað dragnaði í lærinum, og so var einki at gera enn at fara av vøllinum og fáa viðgerð sum skjótast, sigur Todi Jónsson, sum sjálvandi harmast um vánaligu gongdina hjá FCK. Um teir skulu fáa atgongd til UEFA Cup kappingina, so skulu teir røkka fjórða plássinum. Eftir dystirnar mikukvøldið er gamla felagið hjá Toda og fleiri øðrum FCK monnum, Lyngby, á fjórða plássinum, og teir eru trý stig frammanfyri FCK.
Fær avleiðingar
Í donsku pressuni eru tungu kanónirnar vendar móti FCK. Ekstrablaðið heldur seg sjálvandi ikki aftur, tá teir tevja blóð. Í hósdags blaðnum verður styrkin hjá FCK javnmett við hana hjá einum seriu trý liði, spælararnir verða skýrdir at vera krukkutir luksusspælarar og meiri úr tí skuffuni.
? Sjálvandi kenna vit okkum allar raktar, tá tað gongst so illa. At talan er um nógva mótgongd, og at vit fáa tað oman yvir okkum, sum ikki er so langt av leið, tá úrslitini hava verið so vánalig, hevur í okkara føri havt tað við sær, at samanhaldið er styrknað, sigur Todi Jónsson.
Í fyrramorgunin helt stjórin í FCK, Flemming Østergaard, skipsráð við teir fýra spælararnar, sum mynda tað, teir kalla spælararáðið. Á fundinum varð undirstrikað, at tað verður einki minni enn ein katastrofa, um FCK ikki megnar at spæla seg í UEFA Cup kappingina. Tað hevur verið sjón fyri søgn, at verjan hevur riggað stak vánaliga, og stjórin segði aftaná við donsku pressuna, at teir nú beinanvegin hava ætlanir um at keypa ein ungan týskan verjuspælara. Hann segði eisini, at tá síðsti dysturin verður liðugt spældur 16. juni fer avgerð at verða tikin um, hvørjir spælarar skulu seljast og hvørjar felagið skal royna at keypa. Men hann vildi ikki koma við meiri ítøkiligum útgreiningum.
Sunnudagin skal FCK spæla í Aarhus móti AGF. Har er vøllurin stak vánaligur. Hann er mest átøkur einari eplaveltu, og tað hevði ikki verið meiri, enn at hann hevði verið nóg góður til eitt seriu trý lið ? so kanska teir í FCK fara at kenna seg heima!