Todi fer at venja mánadagin

Á aðalfundinum varð sambært fundarluttakarunum sagt, at Todi Jónsson ætlar sær at venja við hópinum mánadagin.

Og fyri bold.dk váttar venjari felagsins, Peer F. Hansen, at Todi fer at spæla.

- Hann váttaði fyri mær, at hann er tøkur hjá liðnum, um eg havi tørv á honum. Tað er sjálvandi nakað síðani, at eg sá hann spæla, men eg veit, at hann er ein góður spælari, og gleði eg meg at síggja hann til venjing, sigur venjarin.