Todi fær hjálp frá Flemming Østergaard

Formaðurin í FCK sær stórar møguleikar í at leggja feløgini á Amager saman til eitt felag, sum skal vinna seg í superliguna at spæla.

 

- Todi hevur verið á kontórinum hjá mær og spurt um ráð, og tey fær hann, tí vit hava kent hvønn annan í 15 ár, sigur Flemming Østergaard. Todi spældi undir Flemming Østergaard í bæði Lyngby og FC Keypmannahavn.

 

- Teir á Amager fara at verða okkara kollegar, og eg trúgvi upp á ætlanina. Tað sær heilt spennandi út, sigur Flemming Østergaard við Berlingske Tidende.

 

Tað kom eitt sindur upp á tvørs hjá Toda og hinum eigarunum av Fremad Amager, at felagið flutti niður í næstbestu deildini, men ætlaninar á Amager liva víðari.