Todi er nú stjóri í FC Amager

Strategurin handan hondbóltsævintýrið í Slagelse er nýggjur nevndarformaður, og Todi Jónsson er nú stjóri í Fremad Amager

Fótbóltur

 

Síðani Nicolai Kaas-Heilmann gavst sum stjóri um ársskiftið, hevur Todi Jónsson verið virkandi stjóri í felagnum, men nú verður hetta gjørt til varandi loysn, sigur Fremad Amager í tíðindaskrivi.

- Við hesum fær Todi møguleika at nýta meira orku í dagliga rakstrinum av felagnum, soleiðis at málini, sum felagið hevur sett, kunnu røkkast, verður sagt í tíðindaskrivinum.

Nýggjur nevndarformaður, nú Todi verður stjóri burturav, er Brian Mollerup. Hann hevur áður havt fleiri topp-sessir í donskum vinnulívi, og ikki minst er hann kendur sum maðurin, ið saman við Anju Andersen stóð handan stóra hondbóltsævintýrið í Slagelse.