Todi er ivasamur

Feløgini hjá øllum teimum føroysku landsliðsspælarunum í Danmark spæla í kvøld landskappingardystir á heimavølli

 

Í kvøld klokkan seks føroyska tíð skulu feløgini hjá føroysku landsliðsmonnunum í Danmark aftur í eldin. Felags fyri AGF, FCK og Herfølge er, at tey skulu spæla á heimavølli. AGF tekur ímóti Lyngby, Herfølge fær vitjan av Silkeborg, og í Parkini verður grannauppgerð millum FCK og AB.

Jákup Mikkelsen skal verja málið hjá Herfølge. Óli Johannesen verður í hópinum hjá AGF. Um hann verður á liðnum var ikki greitt, tá vit frættu.

Hvussu tað verður hjá Toda Jónsson var meiri ivasamt í gjár. Todi fekk ein løst í lærið undir skotvenjing á Svangaskarði fríggjakvøldið. Leygardagin vandi hann ikki saman við hinum, og tað var sera ivasamt, um hann fór at verða førur fyri at spæla sunnudagin.

Mannagongdin í sambandi við landsdystir er tann, at liðini skulu

almannakunngerast trý korter undan dystarbyrjan. Dómaraseðilin hjá føroyska liðnum var skrivaður, áðrenn teir fóru úr Runavík og út á Svangaskarð. Men reglurnar úti fyri nummar tíggju og fimtan stóðu tómar. Á Svangaskarði varð Todi testaður, og beint frammanundan klokkan 14.15 avgjørdi Todi sjálvur, at hann skuldi spæla, og so fekk Kurt Mørkøre troyggjuna við fimtan talinum á.

Á avrikinum hjá Toda sást í 1. hálvleiki einki til, at hann var plágaður av

skaða. Tíggju minuttir eftir steðgin bað hann eftir ein spurt um at verða skiftur út. Tá

var vøddaskaðin í lærinum aftur farin at gera um seg.

Todi og hinir landsliðsmenninir, sum spæla í Danmark og Noregi, fóru úr Vágum fyrrapartin mánadagin. Todi hevur síðani verið í FCK, men tá vit frættu í gjár var ikki greitt, um hann verður førur fyri at spæla í kvøld.

Umframt AGF?Lyngby, FCK?AB og Herfølge?Silkeborg eru tríggir aðrir dystir á skránni í Danmark í kvøld: Brøndby?Viborg, FCM?Haderslev og OB?AaB.