ÚTISETI
Allur tann føroyski fótbóltsheimurin og ivaleyst flestu føroyingar yvirhøvur fara í kvøld at hava eyguni vend ímóti Parkini í Keypmannahavn. Sjónvarp Føroya eigur rós uppiborið fyri, at teir fara at samsenda við TV2. Harvið loysa teir trupulleikan hjá so mongum, sum annars høvdu verið noydd at fara av húsinum fyri at vitja onkran, sum sær TV2!
Í hesi avgerðini hevur SvF fingurin á pulsinum. Áhugin kring landið fyri hvussu tað fer at hilnast hjá FCK og Toda Jónsson er ógvuliga stórur. Eingin ivi tykist vera um, at Todi Jónsson verður millum teir fyrstu ellivu hjá FCK, og at hann fer at manna álopið saman við Subisio Zuma. Fyrri dysturin endaði 1?1, og tað var Todi Jónsson, sum skoraði FCK málið, ið var so sera týdningarmikið.
Um tað eydnast FCK at varðveita 0?0, ella um tað eydnast teimum at vinna, so fer stóra felagið í Keypmannahavn fyri fyrstu ferð nakrantíð at vera í hattinum, tá ið bestu feløgini í Europa skulu flokkast í bólkaumfar. Tá verða líkindi fyri, at Todi Jónsson sum fyrsti føroyingur nakrantíð verður við í størstu liðkappingini í Europa, har møguligu mótstøðuliðini verða eitt nú Arsenal og Manchester United, Bayern München, Real Madrid og Barcelona og Juventus og Milan.
Trongdin
Todi Jónsson er væl fyri undan veldugu avbjóðingini í kvøld. Síðani í gjár hava FCK spælararnir hvílt seg og roynt at savna hugsanirnar um størstu avbjóðingina hjá felagnum nakrantíð. Í kvøld verður hvørt einasta pláss í Parkini ? og tað vil siga fleiri enn fjøruti túsund ? upptikin, og allur tann danski, føroyski og ivaleyst norðurlendski fótbóltsheimurin sum heild fara at taka á við felagnum, sum umframt føroyska álopsmannin hevur norska Erik Mykland á liðnum og fleiri spælarar, ið áður hava roynt seg í svenskum fótbólti.
Í gjár var sjálvandi ikki greitt, hvørjir ellivu verða teir fyrstu á vøllinum. Hans Backe, venjarin, hevur úttikið átjan spælarar. Todi Jónsson er millum hesar átjan. Ivamálini eru ikki so mong um, hvussu liðið fer at síggja út, og tað er eingin ivi um, at Todi og Zuma verða fremstir.
Í Danmark hava tey síðani leygardagin, tá ið FCK vann 1?0 í Brøndby, verið nógv upptikin av, um norski miðvallarslítarin Erik Mykland fór at verða førur fyri at spæla í kvøld. Hann hevur trupulleikar við hælsinuni, og leygardagin spældi hann bara ein stóran hálvan tíma. Eftir síðstu venjingina, sum var í fyrradagin, helt Mykland fyri, at hann fór at spæla mikukvøldið.
Fyri fyrstu ferð, síðani hann varð keyptur til FCK, er brasilski álopsspælarin Álvaro Santos í átjan manna liðnum. Hann hevur verið skaðaplágaður, og tískil hevur hann ikki verið í dystarvenjing. Tað verður mett, at ætlanin er at hava hann sum álopsjokara á beinkinum. Tað vil siga, at tað verður bara, um FCK verður í tapara støðu í 2. hálvleiki, at hann verður settur á vøllin. Fjórði álopsspælarin í hópinum er Peter Møller. Jörgen Pettersson, sum skoraði einsamalla málið í Brøndby leygardagin, er eisini við, men hann verður roknaður sum miðvallari.
Avbjóðingin
Spurningurin er so, hvørjar møguleikar FCK hevur ímóti Glasgow Rangers. Eingin ivi er um, at møguleikin verður mettur væl størri nú, enn hann var undan uppgerðini á Ibrox í Glasgow. FCK avrikið, málið hjá Toda Jónsson og javnleikurin hava havt við sær, at FCK nú verður roknað sum ikki minni sannlíkur luttakari í bólkaspælinum, enn Rangers verður roknað at vera.
Italski málverjin hjá Rangers, Stefan Klos, hevur verið í Rangers síðani í 1999. Hann vardi m. a. málið hjá teimum, tá ið teir á sumri í 2000 í innleiðandi umfarinum í Europa Cup fyri meistaralið vunnu tvær ferðir 3?0 á Herfølge, sum hevði Jákup Mikkelsen í málinum. Royndi málverjin ásannar á heimasíðuni hjá felagnum, at liðið hjá teimum er viknað sammett við liðið, sum hann kom til úr Dortmund fyri fýra árum síðani. Men hann heldur kortini, at teir hava realistiskan møguleika í kvøld.
Rangers hevur vunnið teir tríggjar landskappingardystirnar, sum higartil eru spældir í Skotlandi. Teir hava verið serliga fegnir um hollendska álopsspælaran, Michael Mols, sum hevur skorað hvørja ferð og sum skoraði tvey mál síðsta vikuskifti. Í Rangers verður vónað, at hollendarin í kvøld fer at skjóta málið, sum kann bera við sær, at tað verður Rangers og ikki FCK, sum sleppur ígjøgnum nálareygað.
Undan vikuskiftinum varð tað í FCK roknað at vera óheppið, at teir leygardagin skuldu spæla toppdyst ímóti Brøndby. Eftir 1?0 sigurin hevur pípan fingið annað ljóð. Nú verður mett, at tá ið teir komu so væl burturúr tí, so kann tætti, ferðmikli og spennandi uppgerðin leygardagin í kvøld fara at vísa seg at hava verið ein fyrimunur at hava verið ígjøgnum.
Avbjóðingin er framúr hjá FCK. Rosenborg og FCK skulu í kvøld royna at verja norðurlendska fótbóltsheiðurin í Europa. Fyritreytirnar hjá FCK eru betri, enn tær eru hjá Rosenborg. Tað hevði verið hugaligt, um bæði liðini megnaðu at spæla seg víðari. Frá føroyskum sjónarhorni er tað sjálvandi serliga áhugavert, um tað fyri fyrstu ferð nakrantíð fer at eydnast einum av okkara at spæla seg og sítt lið upp á ovastu europeisku rókina.