Todi er bestur av øllum

Føroyski FCK spælarin fær eitt orduligt herðaklapp frá fyrrverandi venjara hjá FCK

ÚTISETI

Eftir at Todi Jónsson í stórdystinum ímóti Brøndby leygardagin bara var fjórði álopsmaðurin hjá FCK varð staðfest, at føroyski spælarin var settur í skuggan í góða summarveðrinum í danska høvuðsstaðnum.
Í fyrradagin fekk Todi Jónsson, sum fyrrapartin í dag fer til Georgia at spæla Europa Cup, eitt orduligt herðaklapp.
Christian Andersen er venjari í Farum. Eitt stutt skifti var hann venjari hjá FCK, og hann hevur sagt um seg sjálvan, at hann er besti venjarin í Danmark!
Farum venjarin er opinskáraður, og hann hevur avgjørdar áskoðanir. Í Ekstrablaðnum í fyrradagin helt hann, at superligan var í tveimum pørtum. Í øðrum partinum var FCK, og í hinum partinum vóru øll hini ellivu liðini. Venjarin vísti á, at FCK er so máttmikið, at um teimum tørvar ein spælara, so líta teir seg í kring og keypa so tann besta til júst tað plássið.
Sum dømi um hvussu máttmikið FCK er, vísti Christian Andersen á álopsmanningina. Tá tað stóð á leygardagin, setti venjarin Zuma og Toda á vøllin, og so skoraði FCK sigursmálið. Christian Andersen segði seg rokna teir báðar, sum vóru á beinkinum frá fyrsta bríksli, at vera teir bestu í Danmark, og hann sigur seg rokna Toda Jónsson at vera besta álopsspælara av øllum í Danmark.
Tað var ikki eiti á herðaklappi. Spurningurin er so, hvat Todi kann brúka tað til í støðuni, sum hann nú er í. Klokkan trý føroyska tíð seinnapartin í morgin fer FCK at spæla á spildurnýggjum stadion í Tbilsi í Georgia. Rúm er fyri 31 túsund áskoðarum. Tað ber ikki til at ímynda sær annað, enn at Zuma og Todi fara at vera í FCK álopinum.
FCK vann dystin í Keypmannahavn 3?1, og Todi Jónsson skoraði tvey mál.