Superliga
Fyrrapartin í gjár hitti nýggi FCK venjarin, Hans Backe, spælararnar hjá sær fyri fyrstu ferð. Teir hava ikki nógva tíð at lora av. Hóskvøldið skal FCK spæla í UEFA Cup á heimavøllinum í Parkini.
Eingin ivi er um, at Hans Backe fegin hevði viljað havt Toda Jónsson ímillum teir fyrstu ellivu hóskvøldið. Í hvussu so er hevur hann leingi havt gott eyga á føroyska álopsmanninum.
Nýggi svenski FCK venjarin kom til Keypmannahavnar leygarkvøldið. Sunnudagin var hann ímillum teir 28.116 áskoðararnar í Brøndby, og har fekk hann staðfest, at sjálvt um tað ikki gekk nakað serligt hjá FCK, so var Todi væl upplagdur. Í donsku pressuni verður Todi sagdur at vera tann einasti FCK maðurin, sum rættuliga gjørdi um seg í 1. hálvleiki.
At vit siga, at Hans Backe leingi hevur havt gott eyga á Toda, verður ikki tikið úr leysum lofti. Tá nýklæktu DM vinnararnir úr AaB spældu vígsludyst á Tórsvølli i 1999, var Hans Backe venjari. Hjálparvenjari hjá honum var Lars Søndergaard. Stutt frammanundan hevði AaB keyp Andres Oper úr Estlandi. Lars Søndergaard visti tá at siga, at AaB hevði havt áhuga í at keypa Toda, men hann var var ov dýrur at keypa úr FCK, segði hjálparvenjarin hjá Hans Backe fyri tveimum árum síðani.
Aftur á bríkina
Men Hans Backe fær ikki møguleika at hava Toda Jónsson í FCK álopinum hóskvøldið.
Tað tykist eingin endi vera á, hvussu illa tað roynist við skaðum hjá Toda Jónsson. Sunnudagin noyddist Todi, sum dygst undan steðginum hevði fingið gula kortið, at biðja um at verða skiftur út, og so fekk Heine Fernandez møguleikan síðstu minuttirnar.
? Eg skuldi spurta og kendi, at tað dragnaði í lærinum. Tíverri var talan um ikki ókenda støðu, og tí var einki annað at gera enn at biðja um at verða skiftur úr, greiðir Todi Jónsson frá.
Hvussu leingi roknar tú við tað verður, inntil tú verður tøkur aftur?
? Sovorðið tekur sína tíð. Eg gangi bara út frá, at tað verða tvær ella tríggjar vikur, men eg veit tað ikki.
Nú kemur tað ofta fyri, at tú ert vøddaskaddur?
? Hesi bæði seinastu árini hevur tað verið alt ov ofta. Tað er ørkymlandi, og tað tykist ikki, sum at tað er nøkur fyribyrgjandi viðgerð fyri hetta. Men soleiðis er tað, og nú er einki annað at gera, enn aftur eina ferð at vera tolin og vóna tað besta, sigur Todi Jónsson úr Keypmannahavn.
Hóskvøldið fer hann fyri aðru ferð í ár í Parkina at hyggja at, meðan liðfelagarnir stríðast í Europa Cup. Talan er um besta sýnisgluggan av øllum hjá teimum, sum vilja sleppa aðra staðni í Europa, har tað eru nógvir pengar at vinna í fótbóltinum. At tað ger ilt hjá øllum fótbóltsáhugaðum føroyingum, at Todi nú skal vera so óheppin, er sjálvsagt.