FÓTBÓLTUR
Tað vakti ans, tá Todi Jónsson í summarsteðginum bustaði dustið av fótbóltsgaggunum og valdi at koma aftur til Føroya at hjálpa niðurflytingarhótta KÍ. Tá hevði Todi ikki spælt á hægsta stigi í trý ár, síðani hann var í norska Start, har hann var í eitt ár, beint eftir tíðina í FC Keypmannahavn.?Ásannast má, at tað at skjóta mál, hevur ikki verið fremmant í hansara verð. Serliga í superliguni, har hann brúkti síni bestu fótbóltsár frá 1994 til 2005, harav trý tey fyrstu vóru í Lyngby, men síðani tann stóra tíðin í FC Keypmannahavn, har hann frá 1997 til 2005 spældi væl yvir 200 dystir og skoraði tilsamans 72 mál.
Hóast nógvir aðrir góðir útlendingar hava gjørt vart við seg sum sannir málrevar í donsku superliguni, er Todi enn tann, ið hevur gjørt mest um seg av øllum. »Her eru útlendsku málmaskinurnar«, staðfestir Jyllands-Posturin í grein í farnu viku, har 15 teir bestu útlendsku málslúkarnir verða nevndir.
Heiðurin sum tann fremsti av teimum øllum, er fallin Toda í lut, og tað er ikki minst merkisvert, tá havt verður í huga, at hann ikki hevur spælt í donsku superliguni í meiri enn fýra ár, í juni 2005. Sostatt kundu fleiri havt gjørt vart við seg – og hava óivað eisini gjørt tað. Men eingin teirra hevur tó megnað at tikið »málmaskinuna« úr Klaksvík.