Leikararnir hjá FCK fóru í gjár, mikudagin, undir fyrireikingarnar til seinnu hálvu av landskappingini. Sáttmálin hjá Toda Jónsson rennur tó út í summar, og hann kann nú samráðast við onnur feløg.
-? Eg vil helst ikki úttala meg um samráðingarnar, tí tað er so skjótt at siga okkurt býtt, sum kann koma mær aftur um brekkur, sigur Todi Jónsson úr Keypmannahavn.
Hann váttar tó, at partarnir skulu møtast aftur í næstu viku, og at talan væl kann gerast um tann síðsta fundin, har endalig avgerð verður tikin, um hann skal halda fram í FCK, ella um hann skal finna sær eitt nýtt felag.
? Eg fekk at vita, at eg heilt skjótt skal taka eina avgerð, um eg vil vera verðandi ella ikki. Tí um eg ikki taki av, skulu teir út á marknaðin at finna ein annan spælara. Eg havi fingið eina viku til at taka hesa avgerð, sigur Todi.
Samráðingar byrjaðu longu í heyst, men tær hava ikki gingið serliga væl, tí FCK ikki vil ganga teimum fíggjarligu ynskjunum hjá føroyinginum á møti.
Nygaard
Sambært donsku fjølmiðlunum hevur FCK longu verið úti á marknaðinum og kannað møguleikarnar fyri einum avloysara. Marc Nygaard, sum dagliga spælir í hollendska felagnum Roda, hevur havt samband við FCK, og hann er helst avloysarin hjá Toda, um hann ikki skrivar undir.
Tíðindini er tó ikki váttað enn, tí hvørki Nygaard sjálvur ella Niels Christian Holmstrøm, ítróttarstjóri í FCK, eru sinnaðir at úttala seg.
Marc Nygaard hevur eisini samband við Føroyar, tí móðir hansara er av Tvøroyri. Nygaard er 26 ára gamal og hevur spælt seks landsdystir fyri Danmark. Hann er uppvaksin í KB, og tí kemur hann heimaftur til barndómsfelagið, um hann nú endar aftur í FCK.