Todi:-Eg má bara góðtaka støðuna

Fleiri feløg eru áhugaði í at leiga Toda frá FCK í vár

Hóast Todi Jónsson fær keðiliga viðferð í FCK í løtuni, so ásannar føroyingurin, at tað ikki er tað stóra, hann kann gera fyri at broyta støðuna.

? Fótbóltsheimurin er kaldur og kyniskur, og tí má ein bara góðtaka treytirnar, sigur Todi við Sosialin.

Spurdur um hann er argur inn á viðferðina, hann fær av FCK, svarar Todi, at tað kann hann ikki vera, tí felagið hevur rætt til handfara støðuna sum teimum lystir, og tí má hann bara góðtaka teirra treytir.

Møguligur leigusáttmáli
Danskir fjølmiðlar hava víst á møguleikan hjá FCK at leiga Toda Jónsson út til annað felag í vár. Sjálvur vil Todi ikki útihýsa møguleikanum.

? Tað eru 10 dagar til marknaðurin í Skandinavia letur aftur, og tí kann væl henda, at eg verið útleigaður

Spurdur um hann hevði nakran ítøkiligan fyrispurning, svarar Toda, at nøkur SAS-liga lið hava sýnt honum áhuga, eins og onnur feløg í Skandinavia.

Sjálvur vil føroyingurin helst vera í FCK restina av sáttmálaskeiðnum, og royna at spæla seg á liðið aftur, men hann ásannar, at útlitini fyri tí ikki eru av teimum bestu.

Fýra mans venja
Í løtuni, meðan restin av FCK-hópinum er á venjingarlegu í Suður-Afrika, venja Todi og tríggjir aðrir leikarar í Danmark.

? Eg, Pascal Simpson og Hjalte Nørregaard hava allir valt ikki at undirskriva nýggjan sáttmála við FCK, og tí venja vit og ein unglingaspælari saman í løtuni, greiðir Toda frá.

Spurdur um tað ikki kennist hugtungt, at einans at venja fýra mans, svarar føroyingurin, at soleiðis eru korini einaferð, og tí má støðan bara góðtakast. Umframt at venja við teimum trimum, roynir Todi at venja nakað sjálvur, so venjingarstøðan verður so góð gjørligt.

Hvussu verður og ikki, so verður spennandi um Toda fer at umboða annað felag enn FCK í vár, ella um hann má taka til takkar við at vera fullkomiliga útihýstur í FCK restina av sáttmálaskeiðnum.