Todi dagsins leikari

Todi Jónsson varð valdur til besta mann á vøllinum, tá FCK mánakvødlið leikti javnleik móti FC Midtjylland

Superliga

 

Tá tað kom til stykkis, skuldu teir úr høvuðsstaðarfelagnum vera fegnir um at fáa eitt stig við heim aftur, eftir at teir mánakvøldið vitjaðu FCM í oddadystinum, sum varð vístur beinleiðis á rásini, TV3+.

 

Javnaðu við 103

Seinastu 20 minuttirnar noyddist FCK nevnliga at spæla við 10 monnum, men kortini fingu teir tá strítt seg upp á javnt.

At tað tó kom so langt, kunnu teir úr høvuðsstaðnum fyrst og fremst takka sær sjálvum, og í øðrum lagi dómaranum fyri.

Fyrst og fremst var tað ein brølari av teimum heilt stóru, sum viðførdi, at heimaliðið fekk lagt seg á odda.

Rune Pedersen í FCK málinum skuldi sparka bóltin burtur tá hann klossaði soleiðis, at Mogens Laursen fekk mál burtur úr at kalla vandaleysari støðu.

Undan hesum hevði FCK havt okkurt skot á yvirleggjaran, og eftir steðgin royndu teir eisini at leggja trýst á. Millum annað raktu bæði Todi Jónsson og svenski Pascal Simpson tvørtræið, men so hendi tað, sum avgjørt ikki mátti henda.

Í eini álopsroynd varð Christian Lønstrup feldur, og eingin mundi ivast í, at talan var um brotsspark. Floytan hjá dómaranum tagdi tó, og ístaðin fór FCM í mótálop, sum endaði við, at Mogens Laursen púra leysur kundi senda bóltin í FCK netið fyri aðru ferð hetta kvøldið.

Ståle Solbakken gav FCK vónina aftur, tá hann úr 24 metrum sendi fríspark í málið, men lítla løtu seinni royndi dómarin enn einaferð at køva FCK.

Thomas Rytter, sum hevði fingið gult fyri at brúka seg um væntandi brotssparksdómin, nart vall við motstøðuleikara, men dómarin metti tó, at okkurt var áfatt, og gav tískil Rytter annað gula kortið.

Eftir dystin segði Rytter seg als ikki skilja nakað av hesum, og sjónvarpsupptøkurnar vístu eisini, at hann hevði grein í sínum máli.

FCK fekk tó strítt seg upp á javnt, tá Harald Brattbakk sera hegnisliga setti bóltin í netið, og bjargaði hann við hesum eitt stig til høvuðsstaðarfelagið. Eitt stig, sum helst átti at verið trý, men sum FCK hóast alt skal vera fegið um, soleiðis sum dysturin formaði seg.

 

Todi dagsins maður

Hyggjararnir hjá TV3+ kunnu á hvørjum beinleiðis varpaðum dysti velja dagsins leikara, og hesu ferð fall valið á Toda Jónsson.

Fram til miðjan seinna hálvleik var Todi við í stórum parti av FCK álopunum, og millum annað hevði hann fleiri sera vandamikil álop, eftir at hann var drigin frá beinleiðis mótstøðumanni sínum.

Eisini hevði hann í fyrra hálvleiki ein solotúr yvir 80 metrar, men hepni var ikki við honum, og royndin móti málinum endaði omanfyri.

Móti endanum av dystinum gingu kreftirnar tó undan, og stutt fyri leiklok varð hann skiftur út við Michael Mio Nielsen, tá FCK venjarin heldur vildi binda um heilt og verja einsamalla stigið.

Annars kann leggjast afturat, at eisini í skrivaðu miðlunum varð Todi mettur sum besti leikari í dystinum, og millum annað fær hann hjá Ekstra-blaðnum eitt flott 10-tal fyri avrik sítt.

Einki er at taka seg aftur í, at teir í FCK eru fegnir um, at føroyski leikarin aftur er tøkur, og fyri A-landslið okkara er bert at vóna, at góðu avrikini eisini síggjast aftur, tá leiðin í mars mánaði gongur til Luksemburg og Russland.