Todi byrjar móti sínum gomlu

Fremad Amager hevur nú broytt navn til FC Amager. Við nýggja navninum skal felagið royna seg millum tey næstbestu í donskum fótbólti í komandi kappingarári. Fyrireikingarnar eru komnar væl áleiðis, og somuleiðis er hjá danska fótbóltssambandinum.

Kappingarskráin er fastløgd, og fyrsta veruliga uppgávan hjá FC Amager verður Lyngby á heimavølli. Tað var júst í Lyngby, at Todi Jónsson fekk sítt gjøgnumbrot, sum seinni gjørdist ein flott yrkisleið í donskum fótbólti.

FC Amager eru uppflytarar í næstbestu deildina, meðan Lyngby júst flutti niður úr SAS-liguni. Kappingin fer aftur av bakkastokki sunnudagin 10. august.