Todi bjargaði endaspurtinum

Svenski FCK venjarin ásannaði, eftir at liðið hjá honum hevði vunnið DM, at tað hevði havt alstóran týdning fyri úrtøkuna í síðstu umførunum, at Todi Jónsson var komin fyri seg eftir skaða

ÚITISETI MEISTARI

At tað hevur gingið nógv upp og niður hjá Toda Jónsson og FCK í vár hevur verið at sæð á úrslitunum og harvið støðutalvuni tað meta av várinum. Tá ið tað eftir vetrarsteðgin varð farið undir seinna partin av donsku landskappingini, var FCK so langt frammanfyri øll hini. Men munurin minkaði, og tá ið teir mikukvøldið í síðstu viku fóru út í Brøndby, vóru teir í FCK eitt stig aftanfyri teir gulu og bláu. FCK vann 1?0, og harvið høvdu teir sunnudagin sjálvir møguleikan at gera av, um teir skuldu vinna DM.
Tá ið FCK hevði vunnið 4?1 á AGF, og venjarin, Hans Backe, leit afturum bak fyri at taka saman um kappingarárið, ásannaði hann, at tað ikki altíð hevði sæð so bjart út í vár. Og hann fjaldi ikki yvir, hvør orsøkin var til, at tað nú uppundir endan aftur hevði gingið betri, eftir at tað leingi hevði sæð illa út:
? Vit fingu stórt gagn av, at landskappingin helt frí í tvær vikur orsaka av tveimum EM undankappingardystum. Todi Jónsson, Thomas Røll og Martin Albrechtsen vóru skaddir, og vit saknaðu teir nógv. At vit í tvær vikur í frið og náðum kundu venja, uttan at spælararnir noyddust at spæla strævnar landskappingardystir, kom sera væl við hjá okkum. Hesir lyklaspælararnir komu fyri seg, og tað var rættuliga avgerandi fyri, hvussu gongdin var í síðstu umførunum, segði FCK venjarin.
Harvið kann staðfestast, at venjarin og hinir í FCK leiðsluni hava bitið høvdið av sínum egnu ætlanum og reiðiliga tað. 13. januar fekk Todi at vita frá FCK leiðsluni, at teir ikki ætlaðu at hava hann á liðnum í vár. Men tá ið munurin aftur til Brøndby var tódnaður til tvey stig, var Todi grivin fram aftur. Hetta var 21. apríl, og 22. juni, tá ið FCK hevði vunnið DM fimm stig frammanfyri Brøndby, boygdi FCK venjarin seg so nógv, at hann gav Toda ikki so lítlan part av heiðrinum fyri góðu gongdina hesar seinastu vikurnar.

Nóg gott álop
Tá ið gullkrónurnar vóru komnar um hálsin, og stóra steypið hevði ferðast millum kátu spælararnar, vildi pressan hava Hans Backe og nevndarformannin, Flemming Østergaard, sum altíð dugur at koma sær í miðdepulin, at siga, um FCK hevur ætlanir um at keypa nýggjar spælarar, áðrenn teir um fjúrtan dagar fara undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið.
FCK leiðslan sigur seg ikki hava ítøkiligar ætlanir um at keypa nýtt:
? Men tú skalt ongantíð siga ongantíð. Um okkurt felag bjóðar okkum 150 milliónir fyri onkran av spælarunum hjá okkum, so kunnu vit ikki gera annað enn taka av. Og tað fer so aftur at hava við sær, at tað verður neyðugt at finna ein avloysara. Men vit halda, at spælararnir, sum nú eru við til at manna liðið hjá okkum, eru væl fyri at umboða okkum í Europa Cup, sigur Flemming Østergaard.
Og Hans Backe hevur hetta at leggja afturat, tá ið tað snýr seg um álopið:
? Í vár hevur tað verið ein trupulleiki, at vit ikki hava megnað at skora upp á nóg nógvar av øllum málmøguleikunum, sum vit hava spælt okkum til. Men vit hava fýra góðar álopsspælarar. Teir eru Todi Jónsson, Zuma, Peter Møller og Jörgen Pettersson, og vit ætla okkum at endurvinna DM og standa okkum í Europa Cup við teimum í fremstu røð.