Todi arbeiðir hart í hesum døgum

Seinastu tíðina hevur FC Amager havt fleiri stuðulstiltøk fyri at venda ringu fíggjarligu gongdini hjá felagnum, men tað hevur ikki givið tað heilt stóra. Fáir pengar eru eftir í kassanum.

 

Við bold.dk sigur Todi Jónsson: - Vit hava áður sagt, at hava stórar fíggjarligar avbjóðingar, og nú er tað blivið álvara. Beint nú hanga vit við tí uttasta av naglum okkara. Eg kann ikki koma inn á, hvussu nógv stuðulstiltøkini hava givið okkum, men tey hava verið eitt slag av ?wake up call? til fólk í Amager, at tey mugu koma og hjálpa til.

 

- Vit eru í holt við at royna nógvar møguleikar, fyri at finna eina loysn uppá okkara fíggjarligu støðu, og tað arbeiða vit hart fyri. So leingi vit arbeiða uppá at finna eina loysn, og tað sær út til at geva meining, so spæla vit, sigur Todi Jónsson við bold.dk.