Todi Jónsson var aftur at síggja á vøllinum um vikuskiftið. Fremad Amager spældi ímóti Fredercia, og tað gekk einki serligt hjá teimum á Amager. Dysturin endaði við 3-0 tapi. Andrew av Fløtum og Jónas Tór Næs byrjaðu á vøllinum, og miðskeiðis í seinna hálvleiki kom Todi inn. Hann var skiftur inn fyri Andrew. Men tað eydnaðist ikki Toda at gera mál í sínum fyrsta dysti fyri Fremad Amager. Nú tað eru seks umfør eftir at spæla, liggur Fremad Amager beint omanfyri niðurflytingarstrikuna.