Todi aftur um í røðina

Fótbóltur: Allir kappingarneytarnir hjá Toda skoraðu í venjingardysti sunnudagin

Todi Jónsson hevur rættiliga gjørt vart við seg í venjingardystunum í FCK farnu vikuna, men tá liðið spældi í Svendborg sunnudagin, vóru tað kappingarneytarnr hjá honum, sum stóðu fyri tørni.

FCK vann 3-0, og málskjúttarnir vóru David Nielsen, Thomas Thorninger og Kenneth Jensen.

Hesir tríggir hava annars allir staðið í skugganum hjá Toda, sum hevur skotið seks mál í trimum dystum nú.

Todi mátti aftur um í røðina hesaferð, men spurningurin er hvussu leingi verður til hann sleppur fram at aftur.