Todi aftur til arbeiðis

Í UEFA Cup kappingini skal FCK aftur til Georgia, har teir í fjør funnu ein álopsspælara, sum nú fer til Russlands

ÚTISETAFELAG

Hjá teimum flestu er um tað lagið, at tey eru farin ella komandi vikuna fara í summarfrí. Nógv eru tey, sum í størri ella minni mun sjálvi hava ein fingur við í spælinum, tá tað verður gjørt av, nær tey skulu í summarfrí. Men tað eru nógv undantøk frá hesum ? eitt nú skúlanæmingar og lærarar.
Ein lønmóttakarabólkur, sum einki hevur sjálvur at siga, tá summarfrítíðin verður løgd, eru fótbóltsspælararnir. Har eru tað kappingarnar, sum gera av, nær tað ber til at halda frí frá arbeiðnum.
Í Danmark eru teir so smátt farnir undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Í gjáramorgunin klokkan tíggju var fyrsta venjingin hjá Todi Jónsson og hinum í FCK. Frammanfyri stendur eitt langt kappingarár. Fyrsta umfarið av teimum í alt 33 verður spælt síðst í juli. Um eitt lítið ár fæst at síggja, um tað fer at eydnast hjá FCK at røkka einum plássi hægri, enn teir gjørdu síðsta kappingarár, tá teir bara vóru ein minutt frá DM heitinum og endaðu næstovastir.
Tað var í næstsíðsta umfarinum ímóti Brøndby, at endaliga avgerðin fall. Dysturin endaði 1?1, og tað vísti seg at vera nóg mikið hjá Brøndby fyri at vinna DM. Frammanundan varð Todi Jónsson í dystinum ímóti Brøndby tvær ferðir snýttur fyri brotsspark. Tað áhugaverda í hesi vikuni er, at tað var Kim Milton Nielsen, sum var dómari og ikki sá uppløgdu brotsspørkini. Í morgin verður hann dómari, tá Brasilia og Turkaland skulu stríðast um annað finaluplássið í HM kappingini.

Ashvetia til Russlands
Í 1. liðs hópinum hjá FCK eru 24 spælarar. Summir eru sjálvandi nærri teimum fyrstu ellivu, enn aðrir eru tað. Todi Jónsson er ikki hvør sum helst í FCK. Hann er tann av núverandi spælarunum, sum hevur verið næstlongst í felagnum, og hann er tann í hópinum, sum hevur spælt næstflest dystir. Miðvallarin Christian Lønstrup hevur spælt flest dystir. Hann hevur umboðað FCK í 239 dystum. Næstflestar dystir fyri FCK hevur Todi Jónsson spælt. Hann hevur umboðað FCK í 139 dystum.
Fyrsta altjóða uppgávan hjá FCK í nýggja kappingarárinum verður innleiðandi umfarið í UEFA Cup. Har skal FCK aftur í ár spæla ímóti einum liði úr Georgia í fyrsta umfarinum. Liðið eitur Lokomotivi Tbilsi. Fyrri dysturin verður í Parkini 15. august, og dysturin á útivølli verður 29. august.
Í fjør spældi FCK eisini ímóti einum liði úr Georgia. Tá var mótstøðuliðið Torpedo Kutaisi. Ta ferðina gjørdust teir í FCK so hugtiknir av einum álopsspælara á georgiska liðnum, at teir keyptu hann. Talan var um Mikhail Ashvetia. Ætlanin var, at hann skuldi loysa Sibusiso Zuma av. Zuma er framvegis í FCK, men nú er 25 ára gamli georgiski álopsspælarin, sum kostaði 7?8 milliónir krónur, og sum bara hevur spælt fimm dystir fyri FCK, á veg úr felagnum. Hann er útleigaður til Alania Vladikavkaz í Russlandi. Í fyrstu atløgu er talan um fimm mánaða leiguavtalu. Málið hjá álopsspælaranum er at koma í røttu venjingarstøðuna aftur, og so vónar hann at verða seldur til okkurt annað felag. Eftir øllum at døma verður ikki pláss fyri honum í FCK álopinum.