Mánakvøldið spældi FC Keypmannahavn sín næsta venjingardyst á venjingarlegu síni í tí fyri føroyingar so kenda La Manga frítíðarstaðnum í Spania. Mótstøðuliðið var norska Vålerenga, og donsku meistararnir vunnu dystin 1-0 við einum máli frá innskifta Jesper Bech.
Saman við Zuma
Eins og í dystinum móti russiska Lokomotiv Moskva í vikuskiftinum var Todi Jónsson millum teir fyrstu ellivu, ið fóru á vøllin fyri FCK, og aftur hesaferð myndaði Todi álopið saman við suðurafrikanska Sibousisu Zuma teir fyrstu 45 minuttirnar.
Hálvleiksstøðan var javnleikur 0-0, og í steðginum valdi svenski venjarin hjá FCK, Hans Backe, sum vanligt er í slíkum venjingardystum, at skifta meginpartin av liðnum hjá sær út, íroknað Toda Jónsson.
Eftir steðgin fekk FC Keypmannahavn so einsamalla málið í dystinum, sum innskifti Jesper Bech syrgdi fyri.
Seinasti venjingardysturin hjá Toda Jónsson og FC Keypmannahavn á venjingarleguni á La Manga verður í morgin, tá ið mótstøðuliðið verður norska meistaraliðið Rosenborg.










