Todi 50 ár

Stór føðingardagssamrøða er í Sosialinum í dag

Mikudagin verður 2. februar. Tá er kyndilsmessa, og tá vera tað 50 ár síðani, at Todi Jónsson varð føddur.

 

Hann er tann føroyski fótbóltsspælarin, ið hevur vunnið mest sum yrkisspælari uttanlands.

 

Tað ljóðaði fleiri ferðir, at feløg uttanlands høvdu áhuga í at keypa hann. Hvørji vóru feløgini, og hví fór hann ikki longur úr í Europa at royna seg enn at spæla í Danmark?

 

Um hetta greiðir Todi frá í Sosialinum í kvøld og í sambandi við, at hann nú er nýggjur venjari í NSÍ, sigur Todi okkum, hvør er besti venjari, sum hann upplivdi á síni yrkisleið.

 

Stór og sera áhugaverd samrøða er við Toda í Sosialinum í dag.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##