Tobias Reichmann gerst liðfelagi hjá Hákuni í Berlin

Komandi kappingarár skal Hákun kappast við royndan týskara um plássið á høgra veingi

Hákun West av Teigum hevur ikki meir enn mist 42 ára gomlu donsku legenduna, Hans Lindberg sum liðfelaga, so stendur ein annar royndur hondbóltsleikari klárur at kappast við hann um plássið á høgra veinginum hjá Füchse Berlin.

 

Týskir hondbóltsmiðlar skriva, at 36 ára gamli, Tobias Reichmann sum vann HM-gull og OL-bronsu við Týsklandi í 2016, og Champions League við THW Kiel í 2010 og 2012, og Champions League við Vive Kielce í 2016 hevur skrivað ein eitt ára sáttmála við Füchse Berlin.

 

Tobias Reichmann hevur farna kappingarárið spælt við Rhein-Neckar Löwen. Ætlanin er, at Tobias Reichmann skal vera brotskastsskjútti hjá Füchse Berlin komandi kappingarárið.

 

Tobias Reichmann hevur spælt 300 dystir í bundesliguni. Hann hevur skotið 919 mál í hesum 300 dystunum. 277 av teimum upp á brotskøst.

 

Tobias Reichmann hevur spælt 106 landsdystir, og hevur skotið 291 mál fyri Týskland.