Vantandi arbeiðsmegi er ein støðugur trupulleiki fyri arbeiðsmarknaðin, og tí vil Torbjørn Jacobsen hava at vita, hvørjar tankar landsstýrið hevur gjørt sær at taka trýstið av arbeiðsmarknaðinum
Til at greiða hetta hevur tjóðveldistingmaðurin sett fyrispurning til Bjarna Djurholm um sonevnda handverkarafrádráttin.
Millum annað vísir Torbjørn Jacobsen á, at talan er um eina gamla kreppuskipan við frádráttinum. At skipini nú hava ein byrjandi trupulleika við at fáa manning, og at fiskivinnan á landi hevur ein ónøktaðan tørv á arbeiðsmegi á eini 100-200 fólk.
Fyrispurningurin er settur Bjarna Djurholm, sum varðar av arbeiðsmarknaðarmálum, og skal hann svarast á tingfundinum seinnapartin í dag.