Tað er nú greitt, at eisini Torbjørn Jacobsen stillar upp fyri Tjóðveldi nú løgtingsval verður leygardagin 31. august.
Hann hevur áður umboðað Tjóðveldi bæði á Løgtingi, í landsstýrinum og á Fólkatingi, men hann gavst í landspolitikki í 2011, tá ið hann varð havnarmeistari í Runavík. Men hann stillaði upp á býráðsvalinum og er nú borgarstjóri í Runavík.
Hann sigur á Facebook, at Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevur heitt á hann um at stilla upp aftur og nú hevur hann tikið av
Hann heldur, at tað er brúk fyri politikarum úr Eysturoy á Løgtingi og Tjóðveldi hevur einki umboð havt á Løgtingið síðani 2011.
– Nú er løtan komin hartil, at oyggin fær sín rímiliga part av landsins íløgufæi tey næstu árini, sigur hann.
Men hann sigur, at verður hann valdur á ting, fer hann at biðja býráðið um loyvi til at halda fram um borgarstjóri eisini.