Tobbi á veg inn í hitan aftur

? Stríðið var komið hartil, at tveir persónar vóru settir upp ímóti hvørjum øðrum, og annar skuldi vinna og hin tapa. Tað merkisverda er tó, at valið gjørdi báðar til vinnarar, sigur Torbjørn Jacobsen, sum fyri fyrstu ferð síðani november mánað í fjør hevur fingið boð til fund í tingbólkinum hjá Tjóðveldisflokkinum

Í dag kann stríðið millum formannin í Tjóðveldisflokkinum og tingmannin Torbjørn Jacobsen verða av.
Torbjørn Jacobsen, sum hevur verið úti í kuldanum í flokkinum, síðani hann skrivaði tvær hvassorðaðar viðmerking um arbeiðslagið hjá formanninum í fjørheyst, er fyri fyrstu ferð í fleiri mánaðir boðsendur til fund í tingbólkinum hjá Tjóðveldisflokkinum.
? Hetta er tann vanligi fundurin hjá tingbólkinum, sum plagar at vera týsdagar, men eg veit ikki, hvat fer at henda. Hetta er í øllum førum eitt tekin um, at stríðið í flokkinum er um av verða av, sigur Torbjørn Jacobsen.

Tobbi og Høgni vunnu valið
Tað er líkt til, at veljararnir hjá Tjóðveldisflokkinum týskvøldið í farnu viku gjørdu enda á drúgva stríðnum millum Høgna Hoydal og Torbjørn Jacobsen.
Tjóðveldisflokkurin gjørdist fyri fyrstu ferð størsti flokkur, og bæði Høgni Hoydal og Torbjørn Jacobsen høvdu óføra góð val og gingu fram. Tað vóru teir báðir fram um onnur, sum syrgdu fyri, at Tjóðveldisflokkurin endurvann sær sessin í fólkatinginum.
Hetta fekk formannin í flokkinum at siga, at nú mátti ein loysn finnast í flokkinum, so at hann ikki endaði aftur í sama ruðuleika, sum undan valinum.
Tað, sum áðrenn valið varð kallað eitt timeout, kann nú gerast til eina varðandi friðaravtalu millum teir stríðandi partarnar í flokkinum.

Veljarin segði sína hugsan
Torbjørn Jacobsen er samdur í tí, sum formaðurin í flokkinum førir fram um, at veljarin gav greitt til kennar, at báðir politikararnir eiga at halda fram í flokkinum.
? Vit høvdu baðir framgongd á valinum. Tjóveldisflokkurin stóð seg lutvíst best í Eysturoynni, og eg havi ongantíð áður fingið so nógvar persónligar atkvøður har, sigur Torbjørn Jacobsen.
? Tað var áðrenn valið lagt upp til, at nú skuldi veljarin døma í málinum, og eg haldi, at hevur veljarin sagt sína hugsan um stríðið. Um tað verður rætt telvað nú, so er málið úti av verðini.

Ein kúla byrjaði kríggj
Torbjørn Jacobsen heldur, at stríðið millum hann og formannin fór fullkomiliga á glið, eftir at hann hevði havt sínar viðmerkingar.
? Tað verður sagt, at fyrsti veraldarbardagi byrjaði, tá ið prinsurin varð skotin í Sarajevo. Tað var ein kúla, sum byrjaði kríggið, men síðani vóru nógvar kúlur skotnar. Tað hevur verið nakað tað sama í hesum stríðnum, tí viðmerkingarnar hjá mær vóru bara byrjanin, og tað hava verið nógvar kúlur skotar síðani.
? Stríðið fór fullkomiliga á glið, og tað varð lagt nógv meira í mínar viðmerkingar, enn eg sjálvur legði í tær, serliga av fólki, sum als ikki høvdu lisið viðmerkingarnar. Eingin fekk steðgað málinum aftur, sigur Torbjørn Jacobsen.

Valið skapti tveir vinnarar
Tingmaðurin úr Eysturoynni heldur, at fólkatingsvalið kom væl við hjá Tjóðveldisflokkinum.
? Stríðið var komið hartil, at tveir persónar vóru settir upp ímóti hvørjum øðrum, og annar skuldi vinna og hin tapa. Tað merkisverda er tó, at valið gjørdi báðar til vinnarar. Eg eri sera fegin um hetta, tí mín politiska hugsjón passar bara inn í Tjóðveldisflokkinum, sigur Torbjørn Jacobsen.
Fekst tú nakað burtur úr tí, sum tú skrivaði?
? Eg haldi ikki, at nakar hevur fingið nakað burtur úr hesum stríðnum. Men vit hava so avprøva nøkur mørk í flokkinum, og hetta vísir seg, at flokkurin er sera sterkur. At ein flokkur klárar eitt slíkt stríð vísir, at tað er øgiligt seiggj í honum, heldur Torbjørn Jacobsen.
? Nú fáa vit so at síggja, hvat hendir á fundinum týsdagin, og hvussu tað verður við mínum leiklut í tingbólkinum, og hvussu annars flokkurin skal endaliga avgreiða hetta málið, sigur hann.

Formaðurin fáorðaður
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum, er fáorðaður, tá ið hann verður spurdur um, hví Torbjørn Jacobsen hevur fingið fundarboð til fund í tingbólkinum hjá Tjóðveldisflokkinum, har hann sambært eini samtykt í flokkinum skuldi útihýsast.
? Nú er valið av, og vit fara av viðgera, hvat skal henda víðari, sigur Høgni Hoydal, og hann vil ikki siga meira um, hví Torbjørn Jacobsen hevur fingið fundarboð til fundin í tingbólkinum týsdagin.
Høgni Hoydal segði tó eftir valið, at nú skuldi ein loysn finnast á stríðnum, og hann vildi arbeiða fyri tí.