Tobbi: Vanstýringin ongantíð verið størri

– Fyri tað nógva eru Føroyar – í hvussu er síðani annan heimsbardaga – stjórnaðar av kreppum. Sjálvskaptum kreppum. Tær hava tikið meiri og minni fast. Í fimti- og nítiárunum við stórum fólkaflytingum av landinum sum ringastu avleiðing. Og tað tykist ikki, sum at vit hava lært nakað av hesum, hvørki av royndum ella við at lesa í tjúkkum akademiskum bókum á lærdum háskúlum.


Tað sigur Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, í hvøssum lesarabrævi um almennu almennu fíggjarstýringina í Føroyum.

– Vit hava verið ovast á kambinum, kanska tí hægsta nakrantíð í búskaparligu søgu landsins, men nú mega vit brynja okkum til, at hann fer at maka ferðina. Ivaleyst fer onkur at rópa hetta fyri ljósasløkking, men vit, sum hava livað nóg leingi, og eru farin niðan- og omaneftir aldubrekkuni fleiri ferðir, vita, at øll tekin eru í sól og mána um, at la belle époque (gylta tíðin, red.) er av fyri hesu ferð, sigur Torbjørn Jacobsen

– Trøini vaksa ikki inn í Himmalin, bíbilsku cyklusurnar, við góðum og ringum tíðum, eru treytaleysur veruleiki, og sveiggini gerast bara víðari og størri, megna vit ikki at líta fram um nøsina so frægt, at vit fáa minkað sum mest um lopini frá tíð til aðra, sigur hann.

Torbjørn Jacobsen finnist harðliga at fíggjarlógini hjá landinum fyri 2018 og arbeiðið, sum hevur verið gjørt í fíggjarnevndini í løgtinginum.

– Í hesum mesta hákonjunkturinum nakrantíð eru nakrar fáar krónur fíggjarætlaðar, og nú lóggivnar, til avlops á landsins fíggjarlóg fyri 2018. Alt her í verðini ov lítið til at taka sveiggini yvir tíð, og ongantíð í mínari tíð hevur vanstýringin í fíggjarnevnd løgtingsins verið størri, og tað er ikki ov nógv sagt, at hesaferð vóru hesi serliga úrvaldu tingfólkini í røttum jólamannahýri.

– Fíggjarlógin vaks líka nógv sum hon plagdi at minka í sjálvari viðgerðini, frá framløgu til triðju viðgerð, og avlopið er tað lakari. Formaður nevndarinnar sigur, at hetta er gjørt fyri at tingmanningin skal kenna seg aftur í lógini, táið hon er samtykt, men hetta er ein total misskiljing. Hesi fólkini eru vald til at stjórna okkara kollektivu finansum, og ikki kosin til at vera ballónseljarar fyri egnan vinning, sigur Torbjørn Jacobsen.

Viðmerkingini hjá Torbjørn Jacobsen kann lesast í fullum líki her.