Ofta kunnu tulkingarnar av veljarakanningum vera rættiliga skemtiligar, og tí fyribrigdinum hava vit eisini møtt í hesi vikuni, nú Fynd kom við eini kanning.
Løgmaður var sjálvsagt væl nøgdur við kanningina, fyrst og fremst tí at samgongan stóð seg væl, og so stóð okkara egni flokkur seg eisini sera væl. Kaj Leo Johannesen segði, tá hann bleiv formaður í Sambandsflokkinum, at hansara mál var at fáa ein stóran flokk, sum hevði ávirkan og sum kundi samstarva við allar flokkar. Sjálvandi er tað gleðiligt, tá hesin málsetningurin verður uppfyltur.
Men so verður løgmaður, av fjølmiðlunum, spurdur, hví tað gongur so væl hjá Sambandsflokkinum, og hann svarar, at tað er fyrst og fremst ríkisfelagsskapinum fyri at takka, at fólk velja Sambandsflokkin. Tað svarið átti ikki at komið óvart á nakran.
Tobbi kemur inn á vøllin
Men nú kemur ilt í Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmann, sum í eini blaðgrein vísir á, at “Sambandsleiðin” (Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin) við sínum 42 prosentum, er stóri taparin í kanningini, meðan “Politiska tjóðskaparrørslan” (allir hinir flokkarnir) við 58 prosentum, eru vinnarar.
Tjóðveldi hevur annars lagt stóran dent á at lýsa Fólkaflokkin sum eitt slag av sambandsflokki, men nú sigur hann knappliga tað øvugta, fyri at fáa “kabalina at ganga upp”.
Viðmerkingin hjá Tobba hevur annars til endamáls at seta kílar í samgongusamstarvið, og hon er skriva við tí vanliga forhánisliga tónalagnum, sum vit hava sæð so ofta fyrr. Hann leggur Sjónvarpið undir at vera farið út á gøturnar at leita eftir nøkrum sambandsfólkum, sum skuldu undirbyggja orðini hjá løgmanni. Men Tobbi gloymir, at størsti kritikkurin av andstøðuni í sjónvarpsinnslagnum hetta kvøldið, kom frá Zachariasi Wang (eg visti ikki, at hann var blivin sambandsmaður).
Fakta
Líkamikið hvussu Tobbi roynir at tulka veljarakanningina, so kemur hann ikki uttanum, at samgonguflokkarnir fáa 1,5 prosent í framgongd, sum gevur ein tinglim afturat. Helst er tað hetta, sum nívir hann.
Hvat samgongublokkum viðvíkur, so er tað ikki Kaj Leo Johannesen, sum hevur splittað nakra “politska tjóðskaparrørslu” í Føroyum, men tí arbeiðinum hevur fyrst og fremst leiðslan í Tjóðveldi syrgt fyri.
Tjóðveldi er stóri taparin
Fyri trimum árum síðani var Tjóðveldisflokkurin so smartur, at hann fekk Gallup at gera eina veljarakanning í sambandi við 60 ára dagin fyri fólkaatkvøðuni í 1946. Ístaðin fyri at spyrja beinleiðis, hvat fólk søgdu um spurningin samband/loysing, so varð spurt, hvør skuldi hava evsta avgerðarrættin í Føroyum. Skuldu tað vera danskir myndugleikar ella føroyska fólkið? Sjálvandi svaraði ein stórur meiriluti, at fólkið skuldi hava avgerðarrættin.
Og so sendi Tjóðveldisflokkurin tíðindaskriv til fjølmiðlarnar har sagt varð, at 81 prosent av fólkinum tók undir við føroyskum avgerðarrætti, og hetta bleiv so víðari tulkað sum, at ein stórur meiriluti av fólkinum tók undir við at skipa Føroyar sum “frælsa tjóð”.
Um vit nú trúgva hesi trý ára gomlu kanningini hjá Gallup við Tjóðveldisfloksins tulking, og samanbera við nýggjastu kanningina hjá Fynd við tulkingini hjá Tórbirni Jacobsens, so hevur “politiska tjóðskaparrørslan” mist heili 23 prosent av undirtøkuni eftir bara trimum árum. Tað skuldi verið rættiliga áhugavert – ikki minst fyri Kaj Leo Johannesen, løgmann.
Samgongustevið er gott
Tað sum eg kenni til, so hevur samgongustevið hjá verandi samgonguflokkum verið gott. Flokkarnir standa saman um at fremja tey mál, sum vit hava sett okkum fyri í samgonguskjalinum. Vit hava brúk fyri hvørjum øðrum, fyri at røkka hesum málunum, og satt at siga, so dugi eg illa at síggja nakað alternativ til verandi samgongu.