Tórbjørn Jacobsen tykist ikki at verða best umtókti limurin í Tjóðveldisflokkinum í løtuni. Um vikuskiftið segði formaðurin í Eysturoyar Tjóðveldisfelag, Klæmint Østerø, við Útvarp Føroya, at felagið á ongan hátt stóð aftan fyri skuldsetingarnar hjá Tórbjørn Jacobsen ímóti Høgna Hoydal.
Aðalstjórn Tjóðveldisfloksins hevur eisini verið saman á fundi um vikuskiftinum. Millum annað bleiv álopið á Høgna Hoydal, formann floksins, í fjølmiðlunum, viðgjørt. Í tíðindaskrivi átalar aðalstjórnin harðliga og tekur frástøðu frá tí skriving sum er farin fram móti formanni floksins.
Vit hava fyrrapartin roynt at fingið samband við Tórbjørn Jacobsen, men tað eydnaðist okkum ikki.










