Tobbi skal halda dundurtalu á ólavsøku

Hann fær fríar teymar at skrúva frá

Tað er nú greitt, at tað verður Tórbjørn Jacobsen, havnarmeistari í Runavík, og tiltikin talari, sum skal halda røðuna, tá ið steypini verða handað eftir kappróðurin á ólavsøku.

 

Tey, sum skipa fyri róðrinum siga, at tað skal sjálvandi vera ein dundurtala, tá ið tey ið steypini verða handað.

 

Og er tað nakar, sum hevur tyngd og pondus til tað, er tað akkurát Tórbjørn Jacobsen.

 

Tórbjørn Jacobsen verður fyrstur á pallin, og tey siga, at hann fær púra fríar teymar at skrúva sjuntin frá og at seta futt í.

 

Annars verða eisinu aðrar røður í sambandi við steypahandanina.