Í Sosialinum um vikuskiftið umrøður Torbjørn Jacobsen nógv umrøddu æviskaldsøguna Saga JAM.
Hann skrivar eitt nú:
– Høgni Mohr hevur skrivað eina áhugaverda bók. Nú hann nevnir hana fyri at vera skaldsliga ævisøgu, vil eg heldur rópa sjangruna fyri skaldsliga dokumentarismu, tí ongin ivi er um, at júst tann serstakliga áhugaverdi vinnuparturin, sum sjálvandi er partsískoytið hjá Jan Allani í lemmamálinum, er ein toppsøga, sum vit ongantíð høvdu fingið frænir av uttan undan óvanliga góða penninum hjá Høgna Mohr.
– Jan Allan Müller er í hesi skaldsligu ævisøguni fluttur frá at vera menniskja til at vera ein mýta. Tað eigur hann ikki at vera so keddur um. Onkursvegna stendur hann betri í tí nú enn eftir heksajaktina í gølukenda neonljósinum hjá millum annað Ekstra Blaðnum fyri fleiri árum síðan.
– Hetta var ein av teimum bókunum, sum eg las at kalla út í eitt, so áhugaverda helt eg hana vera.
Ummælið hjá Torbjørn Jacobsen kann lesast í fullum líki í Sosialinum um vikuskiftið.











