Tobbi má eisini unna øðrum frælsi

Eitt fult alfabet snýr seg eisini um eina meiri liberala navnalóg. Tí er tað ein politiskur spurningur

Sjúrður Skaale
---

Hvat liggur í hansara skuff­um veit eg ikki, men Tobbi hevur mær vitandi ongantíð skrivað nakað, sum vanliga verður bólkað undir bók­mentir. Men tað, sum er runn­ið úr hansara penni – greinar, talur og prædikur - hevur kortini mangan verið so blómandi og fynduga orð­að, at tað hevur havt litterert virði.
Ein av orsøkunum er, at hann hevur skrivað, sum hann hevur viljað.
Sum hann segði í sjón­varps­kjakinum týskvøldið: ”Fólk kenna mína frælsisstøðu í stjórnmálaspurningum. Men eg havi somu somu frælsis­støðu tá tað kemur til aðrar spuringar – eisini málsliga. Eg finni meg ikki í, at onnur leggja bond á hvat ið eg skal siga fyri at útrykkja meg sum frægast ímóti tí, sum skal lesa. Tí havi eg tikið mær fult frælsi tá tað kemur til at skriva sjálvur – eisini viðvíkjandi hesum væl­signaðu stavunum.”
Hevði Tobbi latið onnur surrað eitt puristiskt korsett um sín málsliga kropp, hevði hann ikki verið tann orða­toriski tungvektari, hann er.

Frælsi hjá øðrum
Men Tobbi unnar ikki øðr­um frælsi. Hann tekur nevni­liga undir við, at okkara alfa­bet skal verða verandi ampu­terað.
Tað forðar ikki honum og øðrum at skriva sum tey viljað – men tað skerjir frælsi hjá foreldrum, sum skulu geva børnunum navn.
Navnanevndin loyvir nevniliga ikki foreldrum at geva nøvn, sum hava teir útihýstu bókstavirnar. Stav­ingarhættir, sum hava verið nýttir í Føroyum í øldir, eru brádliga bannaðir.
Tað hevur skapt bæði frustratión og vreiði hjá nógvum foreldrum, hvørs persónliga frælsi er skert.
Sjálvur haldi eg als ikki, at Navnanevndin hevur havt heimild til at vera so kantut, sum hon hevur verið. Men verður amputeraða alfabetið nú endaliga autoriserað, so er heimildin greið.

Politiskt
Tobbi segði eisini í sjón­varp­inum, at ”tað eru mál­frøðingarnir sum skulu kjakast um hesi viðurskiftini og koma til tað, sum teir halda vera tað rætta. Tað politiska systemið skal undir øllum umstøðum ikki taka avgerð í hesum málinum.”
Men persónliga frælsi hjá fólki er so avgjørt eitt politiskt mál. Og so leingi persónliga frælsi – uttan nakra dygga málfrøðiliga ella sakliga grundgeving - verður skert orsakað av tí skerda alfabetinum, so er alfabetið eisini eitt politiskt mál!
Politikarar, sum vilja tryggja foreldrum rættin at kalla síni børn siðbundin føroysk nøvn sum Victor, Carl Johan ella William, mugu eisini taka støðu til alfabetið!