Tobbi lesur kubansku Pravda hvønn dag

Tobbi lesur kubansku Pravda hvønn dag

 

– Kubanski sendiharrin gleðir seg at hitta Tobba

 

Soleiðis skrivar Magni Arge, fólkatingsmaður, á Facebook.

 

Hann hevur hitt kubanska sendiharran í Keypmannahavn, sum eitur Yiliam Gomez Sardiñas. Magni Arge skrivar:

 

»Frú Yiliam Gomez Sardiñas var púra bilsin, tá eg fortaldi henni, at borgarstjórin í triðstørsta býnum í Føroyum lesur almenna kubanska málgagnið Granma hvønn einasta dag. Granma svarar nøkulunda til Pravda í gomlu sovjettíðini.

 

Hon gleddist um, at linni var komin í viðurskiftini millum Kuba og USA, men talaði annars fyri at menna samstarv millum Norðurlond og Kuba. Talið av norðurlendskum ferðafólkum veksur støðugt, og vit røddu eisini um aðrar vinnuligar samstarvsmøguleikar og mentanarsamstørv.

 

Tað kundi í hvussu er verið hugaligt við kubanskum salsarútmum á Gøtusandi á G-Festivalinum.

 

Um tað kemur so langt, tað veit eg ikki, men eg eri rættiliga vísur í, at onkrar kubanskar rútmur verða at hoyra í Runavík hesumegin ólavsøku.«