Tobbi krevur tvær tíðindadeildir í Kringvarpinum

Torbjørn Jacobsen vil hava landsstýriskvinnuna í mentamálum at tryggja, at kringvarpslógin verður fylgd, og at Kringvarpið hevur tvær sjálvstøðugar tíðindadeildir. Torbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, vil nú hava at vita frá Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum, hvat hon ger fyri at tryggja, at ásetingin í kringvarpslógini um, at tað skulu verða tvær sjálvstøðugar tíðindadeildir í Kringvarpinum, verður fylgd.

Nýggi bygnaðurin í Kringvarpinum hevur við sær, at tíðindadeildirnar í Sjónvarpinum og Útvarpinum eru lagdar saman, og ein tíðindaleiðari er í Kringvarpinum.

Torbjørn Jacobsen, sum var limur í mentanarnevndini hjá løgtinginum, tá nýggja kringvarpslógin var fyri har, sigur, at ætlanin var als ikki, at tíðindadeildirnar í samanlagda kringvarpsstovninum skuldu leggjast saman.

- Tað var ein týdningarmikil áseting í lógini, at Kringvarpið skuldi hava tvær sjálvstøðugar tíðindadeildir, hóast Útvarpið og Sjónvarpið løgdu saman, sigur Torbjørn Jacobsen við Rás2

- Útinnandi valdið hevur eitt at gera, og tað er at halda seg til tað, sum lógin sigur, og tað er, at tað skulu verða tvær sjálvstøðugar tíðindadeildir í Kringvarpinum, sigur hann.

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, skal svara munnligum fyrispurninginum frá Tobirni Jacobsen um málið í løgtinginum mikudagin.