Tobbi krevur Kringvarpsfrágreiðing

Í morgin fer Tórbjørn Jacobsen at spyrja Helenu Dam á Neystabø, um nakað hendir í Kringvarpsmálinum. Serliga vil hann vita, um Kringvarpið hevur nakrar ætlanir um at niðurlaða lýsingarnar

Nógv rok hevur verið um Kringvarpið seinastu mánaðirnar. Kvirran hevur rátt í eina tíð, men nú vil Tórbjørn Jacobsen hava nøkur ítøkilig svar frá Mentamálaráðnum.

Í spurningunum vísir Tórbjørn Jacobsen á, at í álitinum til Kringvarpslógina, skuldu ongar lýsingar verða í almenna Kringvarpinum í ár 2011. Hann vísir somuleiðis á, at nú eru bert tvey ár, til hetta evstamark, og tí vil hann vita, um Kringvarpið hevur gjørt nakað ítøkiligt á hesi leið.

Somuleiðis kundi hann hugsað sær at vita, hvussu hesin politiski vilji sæst aftur í roknskapinum hjá Kringvarpinum.

Um so er, at Helena Dam á Neystabø ikki kann vísa á nakað ítøkiligt við teimum fyrru spurningunum, so kundi Tórbjørn Jacobsen hugsað sær at vita, um Helena Dam á Neystabø hevur gjørt Kringvarpið varugt við henda sterka politiska vilja.

Seinast vil Tórbjørn Jacobsen eisini hava svar uppá, hvussu nógvan pening Kringvarpið hevur til góðar millum fólk.


Samt løgting

Í grundgevingunum fyri spurningunum vísir Tórbjørn Jacobsen á, at tað er var ein stórur politiskur vilji, at niðurlaða lýsingarpartin hjá Kringvarpinum, tí tað vóru heili 26 atkvøður fyri Kringvarpslógini.

- Nevndin er av teirri áskoðan, at fyri at kringvarpið kann varðveita tað óheftni, sum ein public- service stovnur eigur at hava, eigur at verða miðað ímóti, at tann bindingin, sum liggur í lýsingarinntøkum frá handilslýsingum í kringvarpinum verður niðurlagað í eitt 5 ára tíðarskeið. Samstundis ásannar nevndin, at tann figgjarligi parturin eigur at uppvigast, siterar Tórbjørn Jacobsen nevndina, sum sat við uppskotinum, at hava skrivað.

Setir spurning við Kringvarpsgjaldið

Tórbjørn Jacobsen vísir somuleiðis á, at Kringvarpið er einasti fjølmiðil í Føroyum, ið fær skattligar inntøkur gjøgnum kringvarpsgaldið. Hann ivast um stovnurin hevur skattin uppibornan.

- Legitimiteturin undir hesum skatti er public-service hugtakið. Megnar stovnurin ikki at lyfta ta uppgávuna, er onki grundarlag fyri licensgjaldinum, sigur hann.


Endursendingar

Tjóðveldistingmaðurin harmast eisini skránna hjá Kringvarpinum.

- Framleiðsla er at kalla ongin, nú stovnurin brillierar við at endursenda lakar endursendingar frá eldri endursendingum upp i saman aftur í prime time. Hetta á hávetri, tá ið gomlu útvarpsmenninir plagdu at spenna seg út, fyri at nøkta tørvin hjá lurtarunum, við nýggjari framleiðslu, sigur Tórbjørn Jacobsen.