Tórbjørn Jacobsen, næstformaður í Tjóðveldi, verður ikki við á landsfundinum, sum verður í Sandavági fríggjakvøldið og leygardagin.
Tað er eingin møguleiki, tí eg skal spæla sjónleik bæði fríggjakvøldið og tvær ferðir leygardagin og tvær ferðir sunnudagin, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Hann er við í sangleikinum, Oliver Twist, sum hevði frumframførslu týskvøldið, og nú verður hildið fram hóskvøldið, fríggjakvøldið og tvær ferðir í vikuskiftinum, leygardag og sunnudag.
Hann verður tí ikki við til at viðgera nakað uppskot hjá flokkinum, heldur ikki uppskotið um samkynt hjúnarlag.
Nú er málið um samkynd hjúnarband so nógv á breddanum, og tað blívur við at verða verandi á breddanum, til tað verður samtykt. Tí meini eg, at tyað rættasta er at fáa hetta avgreitt sum skjótast, so rúm verður fyri øðrum stórmálum, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Hann heldur, at Tjóðveldi sum ein flokkur, ið ynskir fræsli í landinum má vera so modernaður, at pláss er fyri øllum minnilutabólkum.
Hetta hevur verið ein longri prosess, og vit mugu fáa hetta avgreitt. Um tað verður á ólavsøku ella seinni, so er tað bert ein spurningur um tíð, áðrenn málið verður samtykt, sigur Tórbjørn Jacobsen.