Tobbi hevur hug at stilla uppaftur

Hóast hann fyri langari tíð síðani hevur boðað frá, at hann ikki stillar upp aftur til løgtingsvalið, so sigur Tórbjørn Jacobsen nú, at hann aftur hevur fingið blóð upp á tonna. Hetta sigur hann millum annað í áhugaverdari og drúgvari ferðfrásøgn frá mánaðlanga túrinum í New York, har hann hevur umboðað Føroya Løgting í donsku sendinevndini á ST aðalfundinum.

– Tað er ikki sørt, at hesin túrurin hevur verið so inspirerandi, at man hevur fingið politiskt blóð og mót á tonna aftur, men sum skilst eru listarnir til stundandi løgtingsvalið lokaðir, so tann møguleikin er eftir øllum at døma av fyri hesu ferð, sigur Tórbjørn Jacobse millum annað.

Hann sigur víðari, at listin hjá Tjóðveldinum er eisini so pinnpakkaður við potentiellum komandi politikkarum, óbrýndir vitar í tjóðskapar-avantgarduni, sum nú skulu út á hvørvisteinin at læra at kenna politiskar fintur, snildir og loynistíggjar, - at har hevði man formátt sær lítið og skjótt smokkað niður ímillum.

Um túrin á ST aðalfundinum í New York sigur Tórbjørn Jacobsen:

– Hetta er eitt frálíkt høvi hjá politikarum, at sleppa framat anganum av heimspolitikkinum, so av og á. Tað gerst skjótt trongligt í heimliga umhvørvinum, har tómgongdin gerst alt vanligari. Tí eigur Føroya Løgting at brúka hendan møguleikan – fyri at menna føroyskar tingmenn. Tú fært at vita um mong viðurskifti, júst har sum tað hendir, og tað gevur málunum ein heilt annan dám. Eisini fært tú informatiónir, nýggja vitan, sum eru nógv meira relevantar, enn vit geva okkum far um í tí friðarliga føroyska gerandisdegnum.

– Hóast Løgtingið betalir fyri ferðir og uppihald hjá tingmanninum, og sjálvandi ikki fyri tey, sum eru við honum í ferðini, so mega vit føroyingar taka okkum saman, og skipa okkara egnu umboðan á 1. Avenue í New York – hetta lagið gongur ikki longur, sigur Tórbjørn Jacobsen, sum eisini takkar Tjóðveldinum og Føroya Løgtingi fyri, at hann fekk hendan frágjørda møguleikan at vera umboð tykkara á 66´instjúgunda aðalfundinum hjá Sameindu Tjóðum.

– Ein ferð, sum ongantíð fyrnast á skallahyllunum, og fyri konuna skal eg takka fyri, at hon kundi vera við í ferðini sum ferðafólk. Til alra seinast fari eg at takka teimum báðum Barbaru Brattaberg og Anni Joensen á Løgtingsskrivstovuni, fyri alla neyðuga praktiska hjálp, soleiðis at stígur ongantíð kom í á ferðini. Og til seinast skal eg takka føroyska skattgjaldaranum fyri, at hann hevur fíggjað hesa ferðina, sigur hann.

Tey, ið vilja lesa ferðafrásøgnina hjá Tórbjørn Jacobsen kunnu lesa hana á www.pressan.fo