Hesum hevur hann annars boðað frá fyri langari tíð síðani, men eftir ferðina í New York, har hann umboðaði Løgtingið á aðalfundinum hjá ST segði hann seg hava fingið blóð upp á tonna, og at um boð vóru eftir honum, so tók hann fegin eitt tak afturat.
Men boð vóru ikki eftir honum. Flestu tjóðveldisfeløg vóru longu liðug við listarnar, nú Tórbjørn Jacobsen kom við nýggju støðuni, men fleiri av listunum vóru tó ikki fyltir. Tí hevði borið til at fingið Tórbjørn Jacobsen á listan.
Men fimm av teimum sjey feløgunum hava sagt, at teirra listi var endaliga liðugur, og at tey fóru ikki at broyta hann.
Tjórbjørn Jacobsen boðaði í morgin frá, at hann hevur tikið endaliga støðu til ikki at stillla upp. Hann brisklar eisini miðlum at hava lagt ov nógv í orðini, hann hevur borið fram um hetta.









