Útlendingamálið
Enn er endaliga avgerðin ikki follin í málinum um, hvørt útlendsku leikararnir hjá VB hava loyvi at vera í landinum ella ikki. VB fekk fríggjadagin tilsøgn um eina kæruviðgerð, og so leingi sum kæran verður viðgjørd, sleppa tær báðar hondbóltskvinnurnar framvegis at verða verandi í landinum.
Atlit mugu takast
At meta eftir fyrru avgerðini, so hevði danska útlendingastýrið tó ikki stórvegis hug at taka støðuna í júst føroyskum kvinnuhondbólti og VB við í málsviðgerðini, og spurningurin er so, hvørt hetta í størri mun kemur at telja við, nú støða skal takast í málinum av nýggjum.
Men í øllum førum tykist VB nú at fáa hjálp í aktuella málinum.
Torbjørn Jacobsen, fólkatingslimur, hevur nevnliga biðið um fund við Bertel Haarder, integratiónsministara, og tó at hann enn ikki hevur fingið nakað svar hesum viðvíkjandi, so æltar Tobbi sær at gera sítt til, at málið kann loysast uttan at leikarar skulu sendast av landinum.
- Frígjadagin sendi eg bræv til skrivstovustjóran í integratiónsministeriinum, har eg bað um fund við Bertel Haarder. Nú hevur vikuskiftið jú verið, so enn havi eg ikki hoyrt nakað aftur, men eg ætli mær so at rykkja eftir hesum, beint sum eg komi niður mánadagin, segði Torbjørn Jacobsen, tá vit fingu orð á hann sunnukvøldið.
- Tað, sum eg fyrst og fremst ætli mær, er at greina málið út. Ikki bara viðvíkandi VB men viðvíkjandi føroyskari ítrótt yvirhøvur. At styrkja sær um liðini við útlendskum leikarum hevur í fleiri ár verið siðvenja hjá føroyskum ítróttarfeløgum, og uttan at vita nakað um einstøku dømini, so er jú væl hugsandi, at onnur feløg kunnu standa við somu trupulleikkum, sum VB ger tað í dag. Tað skal jú hugsast um, at nevndirnar aloftast eru mannaðar við fólki, sum eisini hava sítt at hugsa um í gerandisdegnum, og tey hava tí hvørki tíð ella møguleika at seta seg neyvt inn í øll viðurskiftini hesum viðvíkjandi. Sjálvur havi eg verið vitni til einstøk mál, har samskiftið um innferðar- og arbeiðsloyvi hevur kravt einar 40 korrespondancur aftur og fram, og tað sigur seg sjálvt, at tað er lætt at stígur kemur í, sigur Torbjørn Jacobsen.
Politikkur í málinum
Sambært Torbjørn Jacobsen, so er ein partur av trupulleikanum í øllum málinum tann politikkur, sum danska stjórnin hevur sett sær fyri at føra.
- Dansk Folkeparti er jú ein partur av stjórnini, og tey hava í øllum førum sínar avgjørdu meiningar um innflytarapolitikkin. Kanska er ikki hent so nógv, sum tey kundu hugsa sær á økinum, men ein máti at bremsa uppá er at seinka málsviðgerðini, og tað er tað, sum tykist henda í løtuni. Verður málsviðgerðin og tung at fáast við hjá vanliga borgaranum, so sigur tað seg sjálvt, at fleiri setast aftur.
- Men júst støðan við ítróttarfólkum er eitt sindur øðrvísi. Og tað er nakað
sum eigur at verða tikið upp politiskt. Kanska við slíkari kunngerð, sum danir hava, ið loyvir einari meira smidligari skipan, tá tosað verður um m.a. ítróttarfólk. Tað er so í øllum førum nakað, sum ikki skuldi alt ov langa tíð at greitt, um viljin er til tess.
Umframt politiska virkið sítt, so telist Torbjørn Jacobsen eisini millum teir mongu føroyingarnar, sum hava ein brennandi áhuga fyri ítrótt. Í gerandisdegnum er hann íðin GÍ-viðhaldsmaður, og avrik hansara á fimtu-deildarliðnum hjá NSÍ verða ofta havd á munni har um leiðir, og hartil er okkurt gullmerki í hondbólti eisini í savninum. Ti er einki løgið í, at hann eisini hevur sína fatan av, hvønn týdning ítøkiliga málið hevur fyri føroyskan ítrótt.
- Fyri mær er eingin ivi í so máta. Skulu bygdarfeløgini hóra undan, sum kunnu tey ikki bara satsa upp á sínar egnu. Rekrutteringsgrundarlagið er heilt einfalt ikki tað sama í eitt nú Vági sum í Havn. At styrkja um hópin við frægum útlendskum leikarum gevur teimum møguleikan at vera við í toppinum, og tað er ov galið, um alt teppið soleiðis skal skrykkjast undan teimum, bara tí ein málsviðgerð í útlendingastýrinum absolutt skal ganga somikið seint fyri seg, sigur Torbjørn Jacobsen at enda.