Tobbi fær ein skáa

Uppskotini um at tveita Torbjørn Jacobsen úr flokknum eru tikin aftur. Men Tobbi er ikki tikin til náði í flokkinum, sigur formaðurin í Eysturoyar Tjóðveldisfelag avgjørdur. Høgni Hoydal sigur, at hann ætlar sær ikki at spæla hund í fjølmiðlunum, og tí hevur hann ongar viðmerkingar

Torbjørn Jacobsen verður ikki blakaður úr Tjóðveldisflokkinum, tá ið flokkurin hevur eykafloksting í næstu viku.
Tað stendur greitt, eftir at uppskotini frá lokalfeløgunum í Suðurstreymoy og Eysturoy um at koyra tingmannin í Eysturoynni úr flokkinum eru tikin aftur.
? Vit kunnu ikki broyta lógirnar, so vit í framtíðini kunnu koyra limir úr flokkinum, og koyra ein lim úr flokkinum á sama flokstingi. Tað heldur ikki løgfrøðisliga, og tí eru uppskotini tikin aftur, sigur Klæmint Østerø, sum er formaður í Eysturoyar Tjóðveldisfelag.
Eru uppskotini so bara tikin aftur fyribils?
? Nei, tað kanst tú ikki siga. Tey eru tikin aftur, tí tey kunnu ikki gjøgnumførast á hesum flokstinginum, men eg kann einki siga um, hvat fer at henda í framtíðini.

Eingin yvirgeving
Tað var eftir skriving í Sosialinum, at Torbjørn Jacobsen fall í ónáðir hjá leiðsluni í Tjóðveldisflokkinum, og ætlanin hevur síðani verið, at tingmaðurin skuldi koyrast úr flokkinum á einum eykaflokstingi.
Hetta kundi tó ikki gerast uttan lógarbroytingar fyri flokkinum, og hesar broytingar hevur starvsnevndin í flokkinum tikið stig til at broyta. Og tað uppskotið stendur við og skal viðgerast á eykaflokstinginum í næstu viku.
Eysturoyar og Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag lótu síðani uppskot inn um, at Torbjørn Jacobsen skuldi koyrast úr flokkinum. Men hesi uppskot eru nú tikin aftur.
? Vit standa framvegis við okkara fráboðan, sum vit komu við í september mánaði. Vit taka frástøðu frá Torbirni Jacobsen og stuðla formanninum í flokkinum. At vit hava tikið okkara uppskot um at koyra Torbjørn Jacobsen úr flokkinum aftur er eingin yvirgeving frá okkara síðu, og Torbjørn Jacobsen er ikki tikin til náði, sigur Klæmint Østerø.

Formaðurin tigur
Tað var formaðurin í Tjóðveldisflokkinum, sum stóð fyri skotum, tá ið Torbjørn Jacobsen loysti frá posabandinum í Sosialinum. Høgni Hoydal varð millum annað kallaður »Lítli-Messias« og ein manipulator, og hetta skapti stóra øsing í flokkinum.
Høgni Hoydal segði seg hava mist alt álit á Torbjørn Jacobsen, hann kundi ikki samstarva við hann longur, og hann helt, at skrivingin skuldi fáa avleiðingar.
Men Høgni Hoydal vil ongar viðmerkingar gera, nú uppskotini um at koyra Torbjørn Jacobsen úr flokkinum eru tikin aftur.
? Eg ætli mær ikki at spæla hund í fjølmiðlunum, soleiðis sum aðrir gera, sigur hann.
Men tú hevur fyrr sagt alment, at tú ikki kanst samstarva við Torbjørn Jacobsen. Hvørja viðmerking hevur tú, nú uppskotini um at koyra hann úr flokkinum eru tikin aftur?
? Eg havi ongar viðmerkingar, tí nú verður hetta málið viðgjørt á flokstinginum, og tað skal tað fáa loyvi til.

Útblaking verður viðgjørd
Tá ið Tjóðveldisflokkurin í næstu viku hevur eykafloksting kemur uppskotið frá starvsnevndini í flokkinum um lógarbroyting til viðgerðar. Hendan lógarbroyting skal gera tað møguligt hjá flokkinum at koyra ein lim burturúr, um hann arbeiðir ímóti flokkinum.
Harvið fáa liminir í flokkinum møguleikan at siga sína hugsan um hetta prinsipp og helst eisini um ítøkiligu ætlanin at tveita Torbjørn Jacobsen út.
Vága Tjóðveldisfelag mælir til, at Torbjørn Jacobsen skal veljast aftur til næstformann í flokkinum, og tí sleppa liminir í flokkinum at taka onkra støðu til leiklutin hjá Tobba í flokkinum.