Eftir at hava verið Harra Bumble í leikinum Oliver Twist hjá Charles Dickens í nakrar vikur, hevur Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður og núverandi varaborgarstjóri í Runavíkar kommunu, verið hjá barberi.
Á Facebook skrivar »Harra Bumble« sjálvur soleiðis:
»Fyri og eftir. Harra Bumble, ella outfit hansara, varð svavaður og avhøvdaður hjá hárskeranum Jógvani Hansen í rakingarstovu hansara á Høgabóli í morgun frá kl. 08:00 - 09:30, ein heilt serlig operatión, sum maðurin við saksinum og knívinum, við royndum ígjøgnum áratíggju, megnaði til fulnar.
Nú verður havnarmeistarin títtari á gátt hansara, enn hann hevur verið, meðan hann loðin og síðullaður um allan skallan, saman við 60 øðrum leikarum, hevur spælt Dickens sangleikin »Oliver« fyri 4.300 føroyingum í Gøtu og í Havn.
Ikki sørt at tað hevur ávirkað, at vera tveir persónar samstundis í so drúgva tíð, men hetta fysiska átakið í morgun fer heilt víst at gera ein enda á Bumble-identitetinum, áðrenn sólin verður frammi aftur ímorgin árini. Tað lættari at ganga til og frá arbeiði eisini, eftir tilráðing Fólkaheilsuráðsins.«