Tórbjørn Jacobsen verður neyvan á listanum hjá Tjóðveldisflokkinum til løgtingsvaldið 20. juni.
- Tjóðveldisflokkurin í Runavík vil hava Hans Tausen Olsen at stilla upp og so veri eg ikki á listanum. Tað hevur verið ein óskrivað regla, at bara ein stillar upp í Runavíkar Kommunu, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Hann vísir eisini á, at flokkurin uttan iva fær besta úrslitið við eini kapping millum Skálafjørðin og til dømis Fuglafjørð.
Higartil er støðan, at Tobbi er á veg úr politikki.
- Ein hvør kollvelting etur umsíðir síni egnu børn. Ná, hetta hevur nú verið bara stuttligt allíkavæl. Alt hevur sína tíð, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Tórbjørn Jacosen sigur seg fegnast um, at eisini Signar á Brúnni helst stillar upp.
- Eg var harmur um, at Signar ikki stillaði upp seinast. Tá høvdu vit kanska fingið tveir mans. Men møguleikin er eisini fyri at fáa tveir mans hesiferð, um Hans Tausen Olsen og Signar á Brúnni stilla upp.
Uppgerð við Tobba
Á kjaksíðuni hjá Tjóðveldisflokkinum fegnast ein, sum nevnir seg eysturoyingur um, at Hans Tausen Olsen og Signar á Brúnni helst stilla upp.
Tórbjørn Jacobsen heldur at sjónvarmiðið á heimasíðuni hjá Tjoðveldisflokkinum helst vísir støðuna í Eysturoynni.
- Á Skálafjørðinum, í Runavíkar Kommunu, gjørdu teir ikki vandari enn at teir koppaðu forstýrilsliga tingmanninum, sum er atvoldin til ta vanærisligu støðu flokkurin er komin sær í mótvegis frægasta løgmanni føroyingar hava havt, og valdu at stilla tann sáttliga og hóvliga og skilagóða Hans Tausen Olsen, stendur millum annað í einum innleggi á heimasíðu Tjóðveldisfloksins.