To blend philosophy with rock-n-roll

Ein enskur ummælari skrivaði, at vit megnað at blanda filosofi og rock-n-roll. Tað eri eg glaður fyri at hoyra, sigur Dánjal á Neystabø

Dánjal á Neystabø gevur út nýggja fløgu, ið kallast Time, í næstu viku.

 

Dánjal á Neystabø var gestur í seinnarpartssending í Rás 2 í vikuni og greiddi frá um sína nýggju fløgu. Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni.

 

- Tað, sum eyðkennir hesi løgini, í mun til fyrru útgávurnar, er at hesi løgini eru meiri popp-rokkut, meðan hini hava verið meiri fólkalig. Vit eru kanska farnir eitt sindur meiri mainstream.

 

Dánjal á Neystabø sigur, at tað ikki er eitt tilvitað val, at hesi løgini eru vorðin meiri mainstream, men at ein kanska ávirkast av øðrum virksemi, ein tekur lut í. Sjálvur er hann eisini partur av bólkinum MoMo og kanska er tað haðani, at popputa ávirkanin kemur.

 

Dánjal á Neystabø greiðir í samrøðuni eisini frá heitinum á fløguni.

 

- Tað er týdningarmikið fyri meg, at fólk hoyra hvat eg sigi, tá eg havi okkurt á hjarta. Ein enskur ummælari skrivaði, at tað er gott, at vit á fløguni megnað at blanda filosofi og rock-n-roll. Tað eri eg glaður fyri at hoyra.

 

Hóast fløgusølan gongur niðureftir allastaðni, so hevur Dánjal á Neystabø valt at geva útgávuna út sum fløgu. Ein av orsøkunum til hetta er, at týski marknaðurin, sum Dánjal á Neystabø og plátufelagið Factory 92 satsa upp á, ikki er vorðin so digitaliseraður sum aðrir marknaðir.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Dánjal á Neystabø.