Vitjan
Runavík: Hósdagin í síðstu viku helt Útnorðurráðið ársfund á Eiði. Formaður í ráðnum undan fundinum, var Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður. Á Eiði tók grønlendski landstingsformaðurin, Jonathan Motzfeldt við formansstarvinum.
Í Sosialinum herfyri varð nomið við tey mál, sum viðgjørd vórðu á ársfundinum, eitt nú um tættari samstarv millum heilsumyndugleikarnar í útnorði.
Temaið til komandi ársfund hjá ráðnum verður orka.
Á fundinum á Eiði legði Jonathan Motzfeldt fram eina virkisætlan fyri komandi ár. Ætlanin leggur serliga dent á viðurskiftini hjá londunum í útnorði við ES, eins og dentur
verður lagdur á samstarv millum Útnorðurráðið og Arktisku Parlamentarisku Nevndina.
Í røðuni legði Jonathan eisini dent á týdningin av at gagnnýta livandi tilfeingið burðardygt, ikki minst felags fiskastovnarnar í Norðurhøvum.
Á ársfundinum luttók eisini norski stórtingsformaðurin, Jørgen Kosmo.
Vitjaðu FJM og AWI
Útnorðurráðið gav sær eisini stundir at vitja í Runavíkar kommunu, meðan steðgað var í Føroyum.
Seinnapartin síðsta fríggjadag varð farið ein túr til Æðuvíkar, og haðani inn á gólvið á maskinverkstaðnum, FJM í Runavík.
Eftir vitjanina hjá FJM, fóru øll tey stívliga 20 umboðini ein túr við einum AWI-Star báti, sum bátavirkið, AWI í Runavík, hevur bygt.
Sosialurin var á bryggjuni við myndatólinum, tá ið loyst varð frá landi.
Millum gestirnar umborð var norski stórtingsformaðurin, Jørgen Kosmo og grønlendski landstingsformaðurin, Jonathan Motzfeldt.
Føroyingarnir við AWI-Star bátinum vóru eitt nú bátabyggjarin, Aðalstein Anthoniussen og Lassi Klein, sum starvast á skrivstovuni hjá AWI-Boats.
Millum føroysku politikararnir á ferðini, var eitt nú Kári P. Højgaard, Jógvan á Lakjuni og Heini O. Heinesen, løgtingsmenn.
Býráðsformaðurin í Runavíkar kommunu, Rodmundur Nielsen, var eisini við.
Seinni um kvøldið bjóðaði Runavíkar býráð gestunum til døgurða í Kappróðrarneystinum á Glyvrum.