Serliga evnið á fundinum verður ídnaðarsamstarv í útnorði. Føroyski landsstýrismaðurin í ídnaðarmálum Bjarni Djurholm og skrivstovuleiðarin hjá NORA Kjartan Hoydal halda fyrilestur um fundarevnið.
Herumframt verður á fundinum kjak við Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, og Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fiskivinnumálum, um samstarv millum myndugleikarnar í útnorði.
Samstarvið í útnorði hevur havt framgongd á nógvum økjum seinastu tvey árini. Útnorðuráðið fer framvegis at virka fyri at fremja áhugamálini í útnorði, og í hesum sambandi fer ráðið á ársfundinum m.a. at viðgera rekommandatiónir til stjórn/landsstýrini í útnorði. Endamálið við rekommandatiónunum er at styrkja mentanarliga samstarvið landanna millum. Í ár hevur evnið hjá Útnorðurráðnum verið mentan í útnorði. Í hesum sambandi skipaði Útnorðurráðið fyri eini stórari mentannarráðstevnu í Suðurgrønlandi fyrr í summar, sum gav íblástur til tær rekommandatiónir, sum nú verða lagdar fram.
Formaður í Útnorðurráðnum er Jógvan Durhuus, løgtingsmaður, men á ársfundinum tekur Ole Lynge, formaður í grønlendska landstinginum, við sum formaður.